Skip to main content

Ólavsøkuframsýning í Listaskálanum


Jóhan Martin Christiansen (f. 1987) er ein av teim innbodnu at sýna fram á Ólavsøkuframsýningini í Listaskálanum í ár. Hann fer at gera eina installatión í sonevndu Ingálvsa pyramidu. Myndin omanfyri og niðanfyri stavar frá framsýningini Koloni Box í Mullers Pakkhúsi á sumri 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna. Seinastu árini hava Várframsýningar, Ólavsøkuframsýnignar og Heystframsýningar mest sum ongan góðan átt í Havnini og ummælini hava ikki verið tey bestu av tí syndri, sum sýnt hevur verið fram. Men nú verður ein broyting. Meðan heimasíðan hjá Listasavninum ikki er dagførd síðan ársskiftið, boðar Listabloggurin í dag frá, at Kinna Poulsen fer at kuratera Ólavsøkuframsýningina í Listaskálanum í ár. Sagt verður, at framsýningin verður merkt av kærleika og speisemi, av yrkis- og áhugalist, hon verður bæði favnandi og smøl, djúp og breið og fer at fevna um alt millum himmal og jørð sum føroyingar nú kunnu finna uppá av myndlist. Framsýningin letur upp ólavsøkuaftan við hóskandi rómi eins og ein góð og gamaldags veitsla, har øll eru vælkomin, bæði gomul og ung. Ólavsøkuframsýningin 2013 verður hildin í Listasavni Føroya og er skipað í tveimum pørtum sum ein partvíst kuraterað og partvíst sensurerað framsýning. Boðin við eru m.a. Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Tummas Jákup Thomsen, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen. Hetta eru listafólk, ið borga fyri høgari listarligari góðsku og listarligum fjølbroytni við teirra verki, sum fevnir um tað besta, vit eiga av føroyskari málningalist, figurativari og nonfigurativari, konseptlist, tekstillist, videolist og grafikki, sum skal setast saman við einum úrvali av tí, sum sent verður inn til framsýningina, verður sagt í innbjóðandi tekstinum.