Skip to main content

Pápadagur nærkast


Samstundis sum dagarnir gerast longri og ljósari, økist kappingin um summardagarnar í álmanakkanum. Umframt at søkur og stevnur vilja sleppa í lumman hjá øllum, og kanska seta í høvdið hjá onkrum eisini, so eru dystandi merkisdagar sum grundlógardagur, altjóða umhvørvisdagur og pápadagur. Øll hesi trý viðurskfti knýta seg afturat einum og sama degi, mikudegnum 5. juni. Og henda vælvalda pápadag verður danski heimildarfilmurin Blodets Bånd frumsýndur í danska ríkinum undir heitinum DoxBio. Í Havnar Bio verður sum vant bara hin eina sýningin henda dag, 5. juni. Í samrøðu við danska filmstíðarritið Ekko, sigur leikstjórin, Christian Sønderby Jepsen (f. 1977), at filmur skal hevja veruleikan og ikki hylja hann. Eitt gullkorn, haldi eg, serliga eftir at hava sæð filmin Testamentet, sum Jepsen gjørdi í fyrrárið. Tað var eisini ein filmur úr hendingaríka danska veruleikanum á bygd, sum lættliga yvirhálar tær villastu søgur úr Hollywood og Bollywood. Í hesum nýggja filmi, sum lýsir Jens, ið er pápi at sekstan børnum, samstarvar Jepsen við nýútbúnu Pernille Bervald Jørgensen. Aftur eitt spennandi drama av jútsku heiðini, beint í kamera og upp á løriftið, akkurát so, sum tað er.