Skip to main content

Plátur undir Barnalofti



Kristi himmalsferðardag fór eg á Spotify at spæla Seals & Crofts. Eina plátu, sum eg bara minnist frá Dora á Eiði fyri fjøruti árum síðani. Á plátuni vóru sangirnir Summer Breeze, Diamond Girl, Dust on my Saddle og Standing on a Mountain Top, sum teir plattdonsku Shu bi dua umsettu til Står på en alpetop. Plátuna spældu Dori og eg á loftinum hjá Andreu, Kjartan og Manna í 1973. Fjøruti ár seinni, henda sama Kristi himmalsferðardag, síggi eg eina mynd av Dora, til høgru niðanfyri, á Facebookprofilinum Gamlar myndir av Eiði.


Er lívið verðuliga ein pláta, sum bara gongur í ring? Sum tá Lauryn Hill syngur Everything is Everything og gøtan er ein snarandi pláta, har nálin fer grøvandi ígjøgnum býin? Is God really a DJ? Og var tað ikki her, niðanfyri, at Antinis fangaði seyðatjóðarnar, uppi í hjallinum hjá abba á Barnalofti?


Plátusavnið hjá Dora var cutting edge í 1973. David Bowie, Mott the Hoople og tað nýggjasta við Rolling Stones. Eitt hanagleiv harfrá átti Nikkel Dr Hook plátuna Sloopy Seconds, Ellindur og Øssur áttu singleplátuna Blómið sém dó við Péturi Kristjánsson í originalum floyalshúsa, og longu hetta sama ár lurtaðu vit eftir Bruce Springsteen. John Eli og tey á Telefonstøðini áttu Hep Stars, Wishful Thinking, Shadows og Spotnicks, Niels Emil yvir í Gjógv átti Holiday við George Baker Selection, inni hjá Anniku spældu vit Rubber Soul og dugdu allar Beatlessangirnar uttanat, Thormann átti Coo-coo Waltzin hjá Ken Griffin, sum hann spældi eins væl sjálvur á Philichorda orgul, Keistin átti Yellow River hjá Christie, Jóhan Petur hjá Fridu átti Buck Owens feskan úr Nýfundlandi og í grannahúsunum í Miklagarði, hjá Símuni Jóhan, áttu tey eina EP plátu við Hank Williams á føroyskum Tá sól er sett her, sum Guðmundur Guðmunsson sang. Tað vóru tíðir. Og nú finni eg alt aftur á Spotify og síggi sama dag hesa tíðarleysu myndina av Dora, sum fór úr tíðini. Alt kemur fram fyri meg, sum var tað ein óspilt grammofonpláta. Lívið byrjar ytst á eggini og melur í somu foyru inn at miðjuni, har træðrirnir savnast undir navnaseðilinum, har skrivað stendur, hvør skipaði, sang og spældi. Og so er bara the void, stóra tómrúmið, eftir at seta plátuna á. Tekur tú hana upp av lívsins spælara, er einki. Bara eitt tómt holrúm. Kristi himmalsferðardag er lívið ein pláta undir Barnalofti.