Skip to main content

Pro­portional Ver­rückt


Í Steinprenti á Skálatrøð í Havn ber í hesum døgum til at uppliva verðinslist. Tað er týski Andreas Schulenburg (f. 1975), sum er útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn, ið sýnir 34 lutir fram undir týska heitinum Pro­portional Ver­rückt, ella sum eitt týskt katalog frá 2008 sigur Alles ist Verkehrt, alt er skeivt.


Og at alt er ørt og úti av proportiónum sæst beinanvegin, tú kemur inn í Steinprent. Tú heldur tað vera eina gøtulykt úr eini Tintin teknirøð, men so er tað eitt blóðgað skrúviblað á einari skrúvu, ella kanska einum seymi, sum stendur í gólvinum. Standmyndin, sum røkkur av gólvinum og upp undir loftið, er úr tøvdum tilfari.


Fremst fyri á myndini omanfyri er tøvda standmyndin við danska heitinum Den erotiske bølge. Á vegginum aftanfyri er verkið Bloody Scratch rullað niður á gólvið. Jan Andersson, sum er leiðari í grafiska verkstaðnum Steinprenti, bjóðar niðanfyri vælkomin og greiðir frá um framsýningina hjá Andreasi Schuleburg, sum á øðrum sinni vitjar her. Umframt prent, sum júst eru tikin úr pressuni, er tilfarið tøvt, teknað, málað og úr keramikki.

Á fyrsta vegginum, mitt fyri í framsýningarhølunum, sæst Køkurullan við blóði á. Bláu prentini á vegginum eru akkurát liðug á verkstaðnum í erva og longst burturi hómast matuppskriftirnar. Eitt groteskt umhvøri, ið alla tiðina dregur á bæði, fyri ikki at siga fleiri. Teknirøðir og óvantað tilfar.


Undir lýsandi verkinum Koala-PH-lampa eru keramiskir grísar, høvd og huppur, á borðinum og eitt tøvt stearinljós stendur á gólvinum.


Frammanfyri vegginum við hópin av innrammaðum matuppskriftum er taktila verkið Teir deyðu høsnarungarnir.


Prentini, sum Andreas Schulenburg fyrr hevur arbeitt við á verkstaðnum í Steinprenti, savna seg um evnini Ølmentan og Vínmentan, Flugan og Dripin fluga. Til høgru sæst myndaevnið Fløskuhálsur, sum eisini er tøvt i stórari stødd á vegginum longur burturi.



Á verkstaðnum uppiá arbeiðir Andreas við altskyns tilfari til eina nýggja framsýning í Basel, sum er stóri evropeiski listabýurin. Andreas hevur eisini prýtt gluggar hjá franska mótahúsinum Hermés í Milano í Italia. Ætlanin er at hann skal halda fram at prýða gluggar hjá Hermés kring allan heim. Niðanfyri er tað ein stór kjøtetandi planta, gjørd úr tøvdum tilfari, sum Andreas vísir mær í verkstaðnum hjá Steinprenti á Skálatrøð í Havn.

Í pressuni liggja fesk prent, sum Andreas ætlar at gera meira burturúr. Millum annað vil hann lata brúnu sósina til búffin, longst til vinstru, renna heilt út á kantin, ið er uttan um prentið. Til høgru er tað eitt F 16 flogfar. Hann er altíð í gongd, Andreas Schulenburg, og sum sagt verður á eini myndini við ferðsluljósum, har tað lýsir reytt: Just do it. Opið er til 15. juni.