Skip to main content

Steinbrá á vári




Kæru limir í Steinbrá,

Nú er aftur tann góða tíðin yvir okkum, tá vit hvønn tann einasta dag fáa sjón fyri søgn hvussu ljósið vinnur á myrkrinum og hvussu náttúran spakuliga foldar seg út. Ljósið er eyðvitað eisini gott fyri myndlistina og vit kunnu gleða okkum um eina  lýsandi várskrá í Steinprenti av heilt serligari kalibur.

Vit hava longu havt gleðina av í ár at skoða forkunnug verk hjá farnum listafólkum. Tekningar og skitsur hjá Tummasi Arge hava nú í nakrar vikur frøtt eina ørgrynnu av áhugaðum framsýningarvitjandi og áðrenn tað vóru forkunnugar fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen á skránni, Forlagið Í Støplum gav út eitt fínt katalog í hesum sambandi, sum er at fáa í bókahandlunum.


Í løtuni er framúrskarandi grafikarin Marius Olsen í holtur við at arbeiða uppá ein stein og tað er altíð serliga áhugavert, tá hann fer í gongd. Í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn letur framsýningin Klaksvikaffærer við málningum og prentum hjá Claus Carstensen upp í dag klokkan fýra, har øll eru vælkomin.


Í næsta mánaða fer týski listamaðurin Andreas Schulenburg at hava framsýning í Steinprenti. Andreas Schulenburg hevur arbeitt áður í Steinprenti. Hann var borin í heim í 1975 í Hamburg, hansara list viðmerkir ymisk aktuel evni í nútíðarsamfelagnum so sum dálking, ílegumanipulatión, forbrúkarasamfelagið, fremmandleika og rasismu. Hansara myndir minna eitt sindur um teknirøðir og eru lættar at lesa í bjørtum litum við einføldum myndevni, men boðskapurin er nógv meira fleirtýddur. Hann ger nakrar fantastiskar tøvdar standmyndir og er ein av teimum mest spennandi ungu listamonnunum í dag. Við hesari framsýningini fáa vit eitt sindur av heimslist í Havn, tí hesin listamaðurin hevur t.d. sýnt fram á Volta 9, har tann nýggja og progressiva listin verður presenterað í Basel listamessuni.



Um ólavsøkuleitið fer Tóroddur Poulsen at sýna fram málningar í Steinprenti. Hetta er hansara fyrsta málningaframsýning og eftir øllum at døma er listamaðurin eins nýhugsandi innan hetta listaslagið sum innan øll hini listasløgini, hann arbeiðir við. Tóroddur Poulsen hevur júst verið í Havn í sambandi við útgávuna av Fjalum og burturúr hesum franska visitti fekk hann heili trý framúrskarandi prent, sum heilt vist fara at vera framsýnd í næstum. Í heyst er framsýningarskráin ikki minni forkunnug, tí tá fer Hans Pauli Olsen at hava framsýning í Steinprenti, men meira um hetta seinni.


Stóri týdningurin, sum Steinprent hevur fyri føroyska listaumhvørvið er so mangan staðfestur og vit vilja takka tær, góði limur í áhugafelagnum Steinbrá, fyri at tú við tínum limagjaldi ert við til at stuðla undir góðu gongdini innan føroyska list.

Samstundis loyva vit okkum at minna á at rinda limagjaldið á konto okkara í Norðoya Sparikassa 9865-1042496, e-mailadressan er: hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com. Limagjaldið er enn sum áður 500 kr fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri fyritøkur og fyri tað kanst tú velja tær grafikk umframt, at tú fært tey framúr fínu gávuprentini ókeypis og fært innbjóðingar til listafilmir, framsýningar og fyrilestrar.

Takk fyri stuðulin, vit gleða okkum at hittast í Steinprenti.
Blíðar heilsanir 
Nevndin í Steinbrá
Birgir, Gyðja, Bárður og Kinna