Skip to main content

Tróndur, Bill og tey



Fyri einum ári síðani hevði amerikanski fotografurin Bill Schwab aldri verið i Føroyum. Nú hevur hann verið tríggjar ferðir í Føroyum og hevur sett sær fyri, at vitja her tvær ferðir um árið, vár og heyst. Omanfyri sæst hann saman við Tróndi Paturssyni í Kirkjubø í dag.






Eftir hugtakandi frágreiðingina í verkstaðnum hjá Tróndi, bjóðar Borgny ein drekkamunn og hugnaligt prát um tær sjey ferðirnar hjá Tróndi við írska høvundanum Tim Severin, og hennara egnu ferðir í Fjareysturi. Vit sita við borðið í stóru og heitu stovuni í spennandi húsum, sum eftir trimum árum vórðu bygd úr rekaviði, mest sibirskum og kanadiskum, í 1980'unum. Myndafólkini eru púra burtur í prátinum og skiftandi sýninum út yvir Hestsfjørð. Her skoða Bill og Ian, sum er úr San Francisco, eina náhvalatonn, sum Borgny fekk í Grønlandi.


Hvørja fotoferð til Føroya hevur Bill í mesta lagi átta fólk við sær, so tey rúmast í einum VW Transporter, sum hann leigar og sjálvur koyrir kring landið eftir eini strammar ætlan, sum tó tekur hædd fyri veðri og serligum ynskjum ella hendingum. Ferðin byrjar í Michigan, har Bill býr og hevur myndlistaliga fotoforlagið Northern Light Press. Fólk kunnu tekna seg til ferðina hjá Bill, sum fevnir um níggju dagar í Føroyum. Flogið verður til Amsterdam, Keypmannahavn og so til Føroya, har gist verður á Hotel Tórshavn mitt í býnum í einum landi, sum flestu luttakarar aldri hava hoyrt um áður. Myndafólkini, sum kalla ferðina workshop, hava nógva fotoútgerð við og arbeiða analogt, mest í svørtum og hvítum, við hópin av filtrum. Best dáma teimum sterka og skiftandi ljósið og tá sólin brýtur gjøgnum skýggini, og so seyðahundarnar á bygd, serliga hin eina í Bø, sum er so óførur at skava í sandin.


Amerikansku myndafólkini hava tó eisini smá talgild myndatól við. Men tey verða mest brúkt til ein opnan ferðablogg, ið verður dagførdur hvønn dag, tey eru í Føroyum. Við í ferðalagnum hesa ferð eru umframt Bill Schwab, Ian Benham, David J. Eisenlord, Linda Fitch, Léon Leijdekkers, Deena og Steve Weintraub. Tey fara avstað aftur fríggjadagin. Næsta ferðalag kemur higar um somu tíð næsta ár.