25.5.13

Yvir borð við Bárði


Fríggjadagin læt Bárður Oskarsson (f. 1972) upp framsýning við tekningum í Stephanssonshúsi við Kongabrúnna í Havn. - Hetta eru tekningar á vátt pappír, sigur Bárður. Mest sum allar er frá február í ár.


Tekningarnar eru fyrireikingar til framsýning við málningum, ein ganga ein metur, sum verða sýndir fram í Listaskálanum í september í ár. - Og tá fari eg eisini til Berlin í sambandi við Kaninbókina, sigur Bárður millum sigarettirnar í Skansabrekkuni, uttanfyri Stephanssonshús, har Ingvør Nolsøe bjóðar til framsýningina, ið hevur heitið Yvir borð.


Leivur Thomsen spælir gittar, parafrasur yvir tekningarnar, meðan pápi Bárð, Hermann, hyggur eftir tekningunum, ið tilsamans eru 61 í tali.


Inger Smærup Sørensen hevur kuraterað framsýningina við teim 61 tekningunum. Niðanfyri hevur Inger valt yndistekningina. - Strikur verða endurtiknar, spentar, brotnar og steðgaðar og allir møguleikar, sum strikan hevur, verða granskaðir í tekningunum hjá Bárði Oskarsson. Hansara strika er kensluborin og persónlig og samstundis, sum strikan avmarkar og skapar ein kropp, er tað eins og livir hon sítt egna lív, eins og hon breiðir út sínar egnu eginleikar og sína egnu náttúru. Strikan hevur ein neyvleika og endurgevur beinrakið ein kropp, ein mann við eitt borð í einum rúmi. Hinvegin hvílir strikan í sær sjálvari, er leys og opin og skilnaðurin millum tað figurativa og tað abstrakta er flótandi, sigur Inger í framsýningarskránni.



Sonur Inger, Jens Brandur, hevur uppdagað at iPaddurin eisini kann taka livandi myndir, film, og fangar straks fingraspælið hjá Leivi Thomsen undir trappuni í Stephansenshúsi.


Í roynd og veru eru hetta barnatekningar, tekningar við børnum og til barnasøgur, ja kanska beinleiðis barnabøkur hjá Bárði sjálvum. Men nógv meir enn óseka barnið býr í tekningunum. Fyrstu ferð Bárður teknaði alment, varð tá hann í 1992 myndprýddi søguna hjá abbanum, Oskari Hermansson, sum hevði heitið Undir Tussafjøllum. Brandur og Oddfríður tosa við pápa og son, meðan abbin er aftanfyri.


Annika og Inger tosa um myndirnar á vegginum. Hetta er nógv meir enn bara tekningar til barnabøkur. Her býr nógv meira undir. Undir strikunum liggur eitt sjónligt stríð, sum dregur á bæði, kanska happing í ytstu tekningini til høgru í ovastu røð, og í niðastu tekningini fer stríðið í tvey og skapar tveir persónar við borðið. Góður dynamikkur.



Heitið á framsýningini, Yvir borð, er stuttliga spælandi. Ítøkiligt, tí myndaevnið er menn, ið sita við borð og eru til arbeiðis. Her er tað plitkskyldigi borgarin, ið sum hjá Kafka stríðist tað dýrasta, hann er mentur, at fáa samfelagshjólini at mala. Men er tað nóg mikið?


Og her er tað eins pliktskyldigi borgarin, ið er á nevndarfundi, sum eitt ekkó frá Williami Heinesen á nevndarfundi í P/F Trøllakambi, og hevur til høvið klætt seg í oratoriskan einglakraga. Fantastiskt!


Men óhugnin lúrir millum strikuna og pappírið. Meðan tekningarnar annan vegin eru mjúkar og bleytar sum Teddybears úr klassiska barnakamarinum, so er tær hinvegin sum tiknar úr ræðufilminum The Silence of the Lambs við einum ófrættakendum eygnabráði, ið flýtur út um váta pappírið og tekur kvørkratak um áskoðaran, sum var tað ein hóttandi Anthony Hopkins, ið stendur fyri tær. Við knívi, kanska byrsu. Her hevur maðurin við borðið gjørt av at gera av við seg sjálvan. Yvirvaksna høvdið, sum stendur á veiku beinagrindini, verður blást av. Bang! Altsamalt á vátum pappíri ein dag í február.


Her er nógv at skifta orð um, men sum Bárður sigur, so eru hetta bara tekningar á vátt pappír nakrar dagar í februar. Einki annað. Restin er upp til áskoðaran. Grafiski meistarin, Zacharias Heinesen, er hugtikin.



Strikurnar skapa form, avmarking, variatión, tilfarskenslu og rørslu, og skapa rúmd og dýpd í tekningunum hjá Bárði Oskarsson, sigur Inger Smærup Sørensen í framsýningarskránni. - Smáar eyðmjúkar rúmskapandi strikur og dungar av tøttum feitum strikum gera myndina rúmliga, men samstundis, tá strikurnar verða umbroyttar frá smáum fínum træðrum til okkurt nitrut, næstan tilfarsligt, er ikki lætt at skilja í millum hvat er strika og hvat er flata. Og á sama hátt sum strikurnar tykjast skifta frítt millum at vera málandi ella grafiskar og millum tað einfalda og tað torskilda, skiftir myndin eisini frítt millum tað rúmliga og flata. Alt flytir seg alla tíðina, og sjálvt botnurin, flatan av pappírinum, sum stendur nakin millum strikurnar, tykist óstøðug til tíðir. Millum óteljandi forskjótingar og mótsetningar, millum sjónlig og ósjónlig spor, millum endaleys skift milum tað lágmælta, intima, lyriska og tað meira intensa ekspressiva, millum tað narrativa og tað ikoniska, og millum tað poetiska, vakra og tað hættisliga, er ein kroppur í tekningini hjá Bárði Oskarsson. Eitt fast grundarlag, ein fysisk vera. Kroppurin er miðdepilin í listini hjá Bárði Oskarsson, kroppurin er atgongd menniskjans til eina fatan av heiminum, menniskjan er í heiminum sum ein kroppur og kann einans fata seg sjálvan og sítt umhvørvi gjøgnum kroppin. Men strikan er eisini í sær sjálvum merkt av einum serstøkum kropsleika, hon er fysiskt til staðar á sama hátt sum kroppurin, hon er eitt slag av liklamliggerð av handarørslunum. Á henda hátt verður samband millum teknaða kroppin og strikuna, sum kroppurin er teknaður við, tey eru grundleggandi ólík, men eru allíkavæl partar av hvørjum øðrum. Tey eru tað sama, men ikki tað sama, sigur Inger Smærup Sørensen.