Skip to main content

500 000 bøkur um jól


Tá stóra norðurlendska jólabókin hjá Bo Bedre kemur út í november, er høvundurin føroyskur. Tað er Elisabeth Kruse, omanfyri, sum rekur fyritøkuna Glotti, ið selur tekst, myndir og uppskriftir um sniðgeving til norðurlendsk bløð og altjóða forløg.

Í Føroyum er sjáldsamt at bøkur verða prentaðar í stórum tali. Hægstu tøl eg kenni til úr gerandislívinum er 3000 eintøk. Úr andaliga lívinum upplýsti Sjúrður Højgaard herfyri, at hann hevði latið prenta 20 000 eintøk av Nýggja testamenti.

Tað er tó lítið í mun til bókarúgvuna hjá Bo Bedre á jólum. Jólabókin hjá Bo Bedre verður prentað í 500 000 eintøkum, ein hálv millión jólabøkur. Helst er hetta hægsta upplagstal á danska bókamarknaðinum. Bo Bedre gevur árligu jólabókina út í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark, og forlagið Gyldendal hevur í ár keypt bókina til teirra haldarar.

Bo Bedre er mest lisna danska tíðarritið. Blaðið kemur eina ferð um mánaðin og skrivar um innrætting, desein og handilsvørur til íbúðina. Skrásetta upplagstalið er 88.000 og Galluppkanningar vísa at 654.000 fólk lesa blaðið hvønn mánað. Tað er forlagið Benjamin Media A/S, sum svenske Bonnier samtakið eigur, ið gevur Bo Bedre út í Danmark og síðani 2003 eisini í Noregi. Í Bo Bedre nummar 6 í ár eru eisini greinar og tilfar frá Elisbeth, har hon millum annað nevnir KOKS. Í løtuni eigur Elisabeth eisini forsíðuna á týska tíðarritinum Living & More, har tvær av hennara greinum eru við.


Danski blaðkongurin Palle Fogtdal, sum í 1959 fór undir forlagsvirksemi, fann uppá Bo Bedre í 1961. Á danska marknaðin varð blaðið lýst sum “et af de første danske specialmagasiner for en bred ikke-faglig læsergruppe”. Fyrsta blaðið varð prentað í 60.000 eintøkum, sum kostaðu 2,50 kr stykkið og varð útselt eftir fáum døgum. Tá var eingin kappingarneyti á marknaðinum. Í dag eru fimm. Í 1983 keypti forlagið Bonnier Publications alt virksemi hjá Bo Bodre. Núverandi blaðstjórin, Erik Rimmer, tók við í 2000. Í sambandi við 50 ára haldið í 2011 gav fyrrverandi blaðstjórin, Anker Tiedemann, út eina e-Bók um fyrstu árini við Bo Bedre. Niðanfyri sæst ein søgulig jólabók, Bo Bedre's Jule-idébog, og so útgávan frá í fjør, Den store Julebog.



- Vi er nødsaget til at udvide sideantallet i år, segði ein vælnøgdur Erik Rimmer á forlagsfundi við Elisabeth í vikuni. - Vi vil rigtig gerne have så mange ideer med som muligt, og vi er meget tilfredse med materialet!
Umframt stóru jólabókina í november, skal Elisabeth eisini lýsa danskt desein í Bo Bedre í september. Myndirnar í hesi grein verða eisini brúktar sum risastór uppsløg á messum í heyst. Niðanfyri sæst Elisabeth við eini grein í Berlingske Tidende.