11.6.13

Aktiv kommuna



Í morgun sóust skúlabørn við fløggum og dreglum í ovasta skúlagarðinum í Eysturskúlanum, sum í næmingatali er landsins størsti skúli. - Vit hava Norðurlandaleikir og fara niðan á Tórsbreyt, siga lærararnir Miriam Nolsøe Johannesen, við rópara og matpakka niðanfyri, og Jákup Eli Olsen, sum bæði hava ítrótt á tímatalvuni.


Við í tiltakinum Norðurlandaleikir eru 96 næmingar úr fyrsta, øðrum og triða flokki og so tíggju lærarar, sum øll skulu savnast, innan gingið verður eftir Skúlavegi og niðan á Tórsbreyt.


So er klárt at ganga út á vegin, har tey bleytu ferðandi í Havnargøtum møta ferðslu og hørðum bilum, hóast gøtan eitir Skúlagøta, sum skelti ovast til høgru sigur. Og ikki eitt orð um býarplanlegging á hesum sinni.


So verður gingið í góðum lag eftir Skúlagøtu, Stoffalág, Fútalág og niðan á Háls. Og í Stoffalág skipa tey á Lagargarði fyri útferð fyri teim gomlu og niðri á Boðanesheiminum hava tey sett nýtt skelti upp við vegin. Eitt skelti, sum lýsir um náttina og avdúkar eitt nýtt kommunalt búmerki. Havi spurt hvør hevur teknað, men eingin veit. Í baksýni á niðaru myndini sæst tekjan á nýggju húsunum á kampingplássinum Yviri við Strond. Jú, ein aktiv kommuna, má sigast.



Og morgunlesturin í kalendaranum hjá Wulff Morgenthaler í dag, á Fanans føðingardedgi, har dagurin eitir Barnabas og Føroyar spæla móti Svøríki, er ein møgulig Picassosøga, sum kundi havt verið, men aldri bleiv, men sum vísir okkum, hvussu ymiskt siktið kann verða ikki bara í heimslistini, men eisini heilt niðri á jørðini, tá vit tosa um býarplanlegging í heimsins minsta høvuðsstaði. Góðar Norðurlandaleikir, Eysturskúlin!