Skip to main content

Eg haldi føroyskt er vakurt


Ja, enntá øgiliga vakurt. Tað sigur Guðrið Hansdóttir (f.1980), sum er helvtin av nýggju elektro popp duettini Byrta, har Janus Rasmussen (f.1987) er hin helvtin. Hann brúkar orðini organiskt og groovy um tónleikin, sum í hesi samanrenning eru málandi ljóðmyndir, ið eins javnt kína Havnini og føroyskum lendi, sum undergroound syllunum við spegilin í Sirkus, alla tíðina á føroyskum.


Guðrið, sum er kend við egnum útgavum á enskum, hevur skrivað nýggju føroysku sangirnar, sum 7. juni komu á føgu, ið fæst á iTunes og í Tutl. Janus spælir øll ljóðførini og hevur lagt til rættis. Fyrsta staklagið, Loyndarmál, sum kom fyrr í ár, hevur verið nógv spælt í Útvarpinum. Í felag eru tey frískasta lotið á føroyska rútmiska tónleikahválvinum beint nú. Hetta er eitt síðuprojekt hjá okkum báðum, sigur Janus, sum býr í Íslandi, har hann er partur av bólkinum Bloodgroup. Guðrið er uppvaksin á Argjum og Janus í Havn.


Á Wikipedia sigur Guðrið, at tað var meðan hon var í Íslandi, at hon fór at skriva sangir á føroyskum, heldur enn á enskum. Guðrið hevur givið út tríggjar fløgur í egnum navni: Love Is Dead (2007), The Sky Is Opening (2009) og Beyond The Grey (2011).


Jónfríð Eliasen (f.1987), myndakvinna úr Hoyvík, sum sæst omanfyri, hevur fyri fyrstu ferð roynt seg við einum stuttfilmi. Hann er um Byrta og byggir á hugskoti og handrit hjá Una Leitistein Hansen, sum eisini hevur sett filmin hjá Jónfríð saman. Filmurin, sum varir 12 minuttir, sæst á YouTube