Skip to main content

Føroyar svartalistaðar

So er stóra norðuratlantiska Makrelkríggið brostið á. Norska Fiskarlaget hevur bannað og stongt Føroyar, sum eru settar á svartalista. Tað sæst svart uppá hvítt her:

Allir hugsandi kagar, browsarar, eru brúktir í Føroyum og úrslitið er tað sama. Vit eru svartalistaði. Men í øðrum londum, eitt nú Danmark, ber til at siggja norsku krígsførandi heimasíðuna og lesa alt tað, sum har er at frætta. Og so er at minnast til, at fyrsta offur í kríggi er altíð sannleikin.