17.6.13

Íslendskur tjóðardagur


Í dag sæst íslendski fáninn, þjóðfáni Íslands, á kampingplássinum yviri við Strond í Havn. Seytjandi juni, sum er føðingardagur Jón Sigurðssonar (1811-1879), hevur síðani 1944 verið tjóðardagur Íslands.


Í flaggsøgu Íslands verður sagt: "Á fundi í Stúdentafélagi Reykjavíkur 27. september 1906 sýndi Matthías Þórðarson, síðar þjóðminjavörður, fánahugmynd sína: hvítan kross í bláum feldi með rauðum krossi innan í hvíta krossinum. Áttu litirnir að tákna fjallablámann, ísinn og eldinn."


Ikki ein ond er á Kongabrúnni ella Tinganesi. Meðan íslendski fáninn ikki sæst røra seg, sæst beri bletturin undir flaggstongini mitt fyri á myndini eftir íslendska skjaldraerkinum á bróstinum í Fútastovu, har sendistovan er. Eitt vikuskifti herfyri stjól onkur merkið. Bilurin hjá íslendska sendiharranum, einasti sendiharrabilurin í Føroyum, stendur í túninum undir Nólsoyarstovu við bláum CD-nummarplátum.


Og nú vit tosa um plátur, so fari eg í dag at gera mær ørindi í plátusavnið og finna mína bestu íslendsku. Tað er LP plátan við Selfoss bólkinum Mánar (SG Hljómplötur 1971), sum vitjaðu í Føroyum fyrst í sjeytiárunum. Tað kenst gott at hald í eini grammofonplátu, viga henni millum tummil og longutong og anda innercover og vinyl í seg eina morgunstund. Tað er sum at hoyra Leikur á voðnum og Villi Verkamann uttan at tendra, tí plátuspælarin stendur á ovastalofti. Og so niðan á Ringvegin í túnið hjá Norðurlandahúsinum. Har er Heini Johansen, húsavørður, farin at skifta náttvimplarnar út við dagsins fløgg, og eg fangi støðuna meðan þjóðfáni Íslands verður vundin í húnar hátt, upp at tí føroyska Merkinum og øllum hinum norðurlendsku fløggunum.







Góðan seytjanda juni í allari verðini!