Skip to main content

Koks kanska best


Nú er greitt at matstovan Koks hjá Leif Sørensen á Hotell Føroyum er millum fimm tær bestu sambært Den Danske Spiseguide. Hinar eru Noma, Geranium, Kadeau og Mielcke & Hurtigkarl. Tað sigur Bent Christensen, sum er ritstjóri á Den Danske Spiseguide og sum í fjør skrivaði stóru bókina um Koks. Eg hevði tað fragd at sita til borðs við honum og taka nakara myndir av honum og meistarakokkinum Leif, sum hann prátar við omanfyri.


Bent Christensen, sum omanfyri signerar bókina um Koks, sigur, at frá mitt í august til mitt í september skulu tær fimm matstovurnar skipa fyri hvør sínum galladøgurða, innan ársins matstova, sambært Den Danske Spiseguide, verður kosin 27. oktober 2013. Og so er aftur at bíða.