Skip to main content

Ljósmeistarin farin


Heimskendi danski arkitekturin, Henning Larsen, er deyður 87 ára gamal. Tað boðar teknistovan frá í tíðindaskrivi í dag.

Tíðindaskrivið frá teknistovuni endar við hesum orðum: “Henning Larsens betydning for arkitekturen har været stor. På tegnestuen skabte han en kultur, der er drevet af faglige ambitioner og en lyst til at være der, hvor arkitekturen kan gøre en forskel. Det er en arv, som vi skal forvalte.”

Henning Larsen, sum var virkin í meir enn 50 ár, verður ofta nevndur ljósmeistarin, lysets mester. Hetta er eisini yvirskriftin, tá Politiken í dag skrivar um arkitektin.


Millum kendastu verk hjá Henningi Larsen úti í heimi eru Uttanríkismálaráðið í Riyadh í Saudi Arabia, 1984, Danska Sendistovan á sama stað, 1987 og Bókasavnið í Malmø í 1997. Í Danmark eru kendastu verkini Handilsháskúlin, 1989, Kirkjan í Enghøj, 1994, Ny Carlsberg Glyptotek, 1996 og Operahúsið, sum sæst á ovaru myndini, aftanfyri arkitektin sjálvan, í 2004. Politiken tók myndina.

Ein av starvsfeløgunum á teknistovuni hjá Henning Larsen er føroyingurin Ósbjørn Jacobsen, sum eisini er medeigari. Fyri stuttum tók hann ímóti Mies van der Rohe-virðislønini fyri avrikið hjá teknistovu Henning Larsens í sambandi við Hørpuna í Reykjavík. 350 aðrar verkætlanir kappaðust um virðislønina.