Skip to main content

Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn


Útsýnið úr køksvindeyganum var í dag tvey ymisk skip, ið møttust í Nólsoyarfirði, annað niðaneftir og hitt omaneftir. Danski fullriggarin og skúlaskipið Georg Stage, bygt í Frederikshavn í 1934 og russiski fabrikstrolarin Rybak, ið tykist stavast Pmeak, bygdur í 1991, fyrr við norskum Ålesundsnøvnum sum Havbryn, Nestor og Ole Setremyr. Talgilda kortið sigur, at skúlaskipið siglur inn á Havnina og trolarin inn á Runavík. Hugvekjandi at síggja skip møtast í rúmum sjógvi. Møtast eitt bil og sigla so burtur. Høgga í aldunum eins og klokkuverkið. Hvar fer tíðin og hvussu liggur rákið?