Skip to main content

Mentanarnátt í Listaskálanum


Unn Joensen og Ludvík á Brekku gera klárt til Várframsýningina 2013 í Listaskálanum. Longst burturi, til vinstru í speglinum omanfyri, sæst Jón Sonni Jensen. Umframt tey bæði, Unn og Ludvík, hevur Jóhan Martin Christiansen samskipað framsýningina, sum letur upp við nítjan listafólkum í Listaskálanum fríggjakvøldið 7. juni kl 19:00. Ein hálvan tíma seinni heldur formaðurin í felagnum Føroysk Myndlistafólk, Ole Wich, setanarrøðu og kl 20:00 syngur kórið Sólarmagn. Upplatingardagin er opið í Listaskálanum til klokkan 22:00 og Várframsýningin heldur á til 23. juni.


Tey, sum sýna fram á Várframsýningini 2013 eru Dennis Agerblad, Marianna Bjørgheim, Ludvík á Brekku, Ann-Mari Dam, Edward Fuglø, Annika Arge Gregoriussen, Anna Kathrina Højgaard, Jón Sonni Jensen, Ingi Joensen, Saga Kapnas, Simen Engen Larsen, Astri Luhin, Rannvá Holm Mortensen, Marita Nattestad, Vígdis Petersen, Jóna Rasmussen, Eli Smith, Kári Svensson og Ole Wich.


Várframsýningin í ár ber heitið Pall: - Vit, sum hava samskipað framsýningina, vilja visa á teir møguleikar sum ein slík framsýning kann rúma; at Várframsýningin er ein pallur, sum potentielt kann brúkast til hvat sum helst. Í ár leggur Várframsýningin rúm til millum annað málningar, grafikk, foto, video, skulptur og installatión.



- Vit hava mett innlatin listaverk, vit hava valt út og vit vilja peika á at Várframsýningin ikki er nøkur samlað eind, men peikar í fleiri rætningar. Hetta er eisini meiningin við Várframsýningini, tað halda vit í øllum førum. At Várframsýningin er ymisk frá ár til ár, og vónandi verður tað eisini soleiðis í framtíðini, siga Unn Joensen, Ludvík á Brekku og Jóhan Martin Christiansen. Niðanfyri síggjast verk hjá Rannvá Holm Mortensen og Ann-Mari Dam.