Skip to main content

Mentanarnáttin og lívið á bygd


Mentanarnáttin hevur í ár so drúgva skrá, at hon er mest sum ein ólavsøka. Frá Norðurlandahúsinum og oman í býin eru standmyndir hjá íslendsku Steinunn Thórarinnsdóttir av androgynum persónum, sum stillisliga undrast yvir almenna rúmið. Hinumegin grafisku strípurnar við Havnará gongur ein maður við stavi og førarahundi. Frikki, íslendski filmsleikstjórin, plagdi at siga 'A Blind Man Is A Walking Cinema', tá hann leigaði frá Blindaheiminum við Tjørnina í Reykjavík. Hugvekjandi at fáa høvið at seta seg í stað teirra blindu eina løtu.


Nátt á middegi er nakað heilt sjáldsamt, bæði fyri lunda og fólk. Í døgurðatímanum, Mentanarnáttina, ringir Jóhan Mortensen, at siga mær frá um lívið á Vestaru bryggju. Har eru søguligu bygningarnir hjá Bacalao, Saltsøluni og Tunnuvirkinum. Í fundarfrágreiðing, sum er á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, kunn vit lesa at á fundi í Tórshavnar býráð 28. juni 2012, er staðfest at: “Tórshavnar havn keypti Saltsølubygningin á matr. nr. 970e í 1994. Grundarealið er 1.765 m2, og tann samlaða gólvvíddin er um 6.000 m2 í 5 hæddum, við undantak av sjálvari saltsiloini.” Upplýst verður á sama fundi, at: “Tórshavnar havn keypti Bacalao bygningarnir á matr. nr. 970c og 970d á vári í 2011. Talan er um tveir bygningar við einum samlaðum grundarealið upp á 4.300 m2 og einari samlaðari gólvvídd upp á 12.400 m².” Síðan er Saltsølan flutt inn á Toftir, og Bacalao, bygningarnir hjá Føroya Fiskavirking, hava einki virksemi longur.


- Her er eitt veldutt potensiali, sigur Johan Mortensen, sum sjálvur hevur skrivstovu her úti. Vit renna millum kranar og veggir, sum lyfta og lata falla. - Hetta er sum tá múrurin í Berlin varð tikin burtur, sigur Johan og vísir mær inn í rundu saltsiluna hjá gomlu Saltsøluni, fremst fyri á havnarlagnum á Vestaru bryggju.


Vit hyggja upp í opið í loftinum og eftir tølunum, sum fara reisandi upp eftir vegginum. Her er stórt og her er veruliga potensiali, sum Johan sigur. Men hvør er ætlanin? Eingin veit at siga. Hugmyndin um burturtikna Berlinmúrin gevur ikki ordiliga meining. Samstundis sum alt verður jarðað, tykist sum okkurt annað verður reist, kanska eitt monument, sum eingin kennir, tí hetta er umgirt av tøgn og ongari upplýsing. Samstundis liggur miðbýurin í andalopi og niðurundirkomni Tjóðpallurin eigur ongan góðan.


Mentanarnáttina er eisini føroyskur landsdystur í Dublin í Írlandi. Øl, fótbóltur og tjóðskapur ganga hond í glas, so her eru rímiligvís fløgg at síggja á barrunum, sum her í Glitnir út móti Skálatrøð, hesum nýfunna Havnarhjartað, sum enn bara  er parkeringspláss til harðar bilar, heldur enn uppihaldspláss til bleyt menniskju, so sum danski arkitekturin Lars Gemzøe segði í einum hugvekjandi fyrilesturi í Norðurlandahúsinum fyrrárið um rúm í miðbýnum, ikki bara í Havn, men allastaðni, fyrst og fremst fyri fólk sum ganga og súkkla. Gemzøe endaði tá við einum brævi frá Søren Kierkegaard, har hann minnir svigarinnuna á at ganga. Fyrst og femst at ganga.


Í Norðurlandahúsinum letur Summarframsýningin upp. Íslendski stjórin, Sif Gunnarsdóttir, bjóðar vælkomin, hjartalig og fryntlig við vælvaldum orðum sum altíð.


Íslendska manskórið Stefnir syngur saman við Jógvani Hansen, sum á niðaru myndini heilsar uppá Fróða Vestergaard í Norðurlandahúsinum.



Helena Dam á Neystabø, sum er forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, setir Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum.


Inger Smærup Sørensen hevur kuraterað framsýningina, sum umframt standmyndirnar hjá íslendsku Steinunn Thórarinnsdóttir, eisini fevnir um grafisk verk hjá Silju Strøm úr Vestmanna, sum her sæst saman við Inger. Eiler Fagraklett hevur valt sær yndismotivið hjá Silju Strøm á framsýningini í Norðurlandahúsinum. Heitið er Exquisite Affiliations II.



Sama kvøld er Blues- og Countryfestivalur í Sørvági. Allar bestir hetta fyrra kvøldið eru Kristian, David, Páll, Dennis, Meyer og Pætur í Froðbiar Sóknar Blues Orkesturi. Speiandi siga teir seks í Froðbiar Sóknar Blues Orkesturi soleiðis um seg sjálvar á heimasíðuni hjá Blues- og Countryfestivalinum í Sørvági: "Hvar aðrastaðni úr Føroyum skuldi eitt Bluesorkestur komið frá, uttan júst úr Froðba í suðri? Hugsa um tað. Bluesurin varð upprunaliga mentur í amerikansku suðurstatunum, millum fátækar og ólukkuligar fyrrverandi trælir. Hjá teimum bar hvørki til at halda fast við arbeiði ella konufólki. Tað einasta, teir kundu gera, var at taka ein slitnan gittara í hendi og syngja sorgina út. Hvussu passandi er tað tá ikki, at føroyskur bluesur kemur úr júst Suðuroynni? Oyggin var so gott sum oyðin, tóm fyri konufólki, arbeiðsloysið var methøgt, og líka sum í suðurstatunum, so tosa tey við eini løgnari dialekt." Við støði í sevjumiklum svørtum blues sangum sum  My Time Ain't Long og einum farra av klassisku Fleetwood Mac í hvíta Bretlandi í 1960’unum, framførdu suðuroyingarnir eina rúnarbindandi skrá á Dungasandi.




Høvuðsnavnið fríggjakvøldið var dansk amerikanska Tamra Rosanes við orkesturi. Hetta er fimtu ferð hon er í Føroyum. Hon er von at standa á palli og kann sum ongan ting framføra sjálvt cajun tónleik á fiól umframt standard swingandi countrysangir. Fyri fyrstu ferð varnaðist eg, hvussu nógvar roykjarar hon savnar framm fyri pallin. Avgjørt ein uppgáva fyri Pál, at fá countryfjepparar í Sørvági at leggja av at roykja, ella í hvussu er at tálma roykingini millum fólk. Royking í so stórum tali luktar ov illa, serliga summarkvøld uttandura, har ein væntar og vónar at lotið er lýtt og frískt. Men ikki her.


Meðan senuvandu Tamra Rosanes dámdi best at standa í myrkrinum uttanfyri ljóskastararnar á pallinum, var tað ikki galdandi fyri næsta sangara. Í heimbygdini stóð hann mitt fyri í hvassasta ljósi. Tað var eingin annar enn fíggjarmálaráharrin, Jørgin Niclasen, ið syngur lokalar slagarar saman við Jákupi á Stongum. Á fyrru myndini leitar hann samanbitin eftir ræta tónanum og á seinnu myndini er dururin funnin og alt svingar í gleði og fagnaði á sandinum í Sørvági. Ótrúligt show í størstu føroysku bygdini, meðan Mentanarnátt er í Havn!