Skip to main content

Ole hevur Street Credibility


So er greitt, hvør er upphavsmaður til nýggju gøtuskeltini, sum hava verið frammi í Havnini í seinastuni. Tað er Ole Wich, sum við heitinum Street Credibilty sýnir fram ein heilan vegg av skeltum, 60 í tali, á Várframsýningini, sum letur upp í Listaskálanum fríggjakvøldið kl 19:00, eftir at Summarframsýningin er latin upp í Norðurlandahusinum kl 17:00. Trý fólk vóru eins skjót at senda svar inn í kappingini um at vinna eitt signerað skelti. Spurt varð um upphav og ætlan við hesum loyniliga átaki. Her eru tey trý svarini, sum deila fyrstaplássið:

1) Hatta er Ole Wich, sum vil gera vart við tey havnarfólkini, sum veruliga hava sett sær spor í býnum, og ikki bara onkur hissini løgmaður av bygd. (Gunnar Onghamar)

2) Var gitum ein, ið kundi hugsast at verði aftan fyri slíkt tiltak, at laga til slíkt gangsta-rap, stórbýar fyribrygdi til føroysk viðurskifti. Tann einasti, ið kemur mær til hugs, er Ole Wich. Sum eg skilji tað, verður staðið, har listafólk koma frá, kallað upp eftir hesum persónum í street cred. (Hjalgrím Samuelsen)

3) Hatta er Ole Wich sum á sín hátt heldur at innflytarar, tað verið seg úr DK ella Tunis, sum hava verið tað sum kallast “góðir” samfelagsborgarir og hava gingið á odda á hvør sín hátt, eiga at fáa ein vinarligan heiður og hava uppiborðið at fáa eina gøtu uppkallaða eftir sær. Hatta er forb. gott. (Eyðun Jacobsen)

Upphavsmaðurin, Ole Wich, lovar eitt skelti eftir egnum ynski til hvønn av hesum trimum vinnarunum.

Góða mentanarnátt!