Skip to main content

Queen Victoria sæst aftur


Eina løtu er ilt er at skilja millum stórt og smátt, tá Smyril kemur inn um Molan, framvið Queen Victoriu, og Norðlýsið damlar framvið Vestaru bryggju. Á niðaru myndini sæst Pressarin og ein evarska lítil kappróðrarbátur hómast upp móti reyða botnlitinum á ferðamannaskipinum hjá Cunard Line, meðan Norðlýsið fer út á fjørðin. Hekkan á Smyrli sæst til vinstru.


Og ikki var tað sørt at skipið, sum er 294 metrar langt, 62,5 metrar úr kjøli og upp í skorstein og telur 16 dekk, sást aftur í havum í Havn, ja heilt uppi á Bakkhellu ovast úti á Reyni.


Skipari er Inger Klein Olsen úr Vestmanna. Hana finna vit á Wikipedia undir skipanavninum, MS Queen Victoria, har skrivað verður soleiðis: On 9 December 2010 Cunard announced its first female captain, Faroese born Inger Klein Olsen, who would take command of Queen Victoria beginning on 15 December. Greinin vísir eisini til heimsins fremsta ferðablogg, Gadling, ið samstundis skrivaði soleiðis: