Skip to main content

Samkynd í almenna rúminum


Hóast Pride skúðgongan undan ólavsøku í fjør savnaði so nógv fólk sum aldri áður í almenna rúminum, eru fólk ymisk á máli um hvønn heimarætt tey, sum eru limir í felagsskapinum LGBT, eiga í samfelagnum. Við støði í eini oddagrein í størstu donsku avísini, Jyllands Posten, havi eg spurt Eiler Fagraklett, nevndarlim í LGBT Føroyar, hvat hann sigur til tað tolsemi, sum kemur til sjóndar í størsta prentaða danska miðilinum, og um tað var skeivt av kommununi í næststørsta danska býnum, Aarhus, at flagga og at stuðla einum gay-tiltaki, líkt tí, sum var í Havnargøtum í fjør summar og aftur er lýst at byrja ólavsøkuna í ár.

- Ein og hvør, sum byrjar eitt lesarabræv, ella eina oddagrein við einum slag av ávaring um, at viðkomandi ikki er homofobiskur, ótolerantur o.s.fr., ger hetta sum oftast, tí at viðkomandi veit sera væl, at hann ella hon eru akkurát tað, sigur Eiler.


- Oddagreinsskrivarin vil vera við, at kynslívið er privat og tí má tað goymast væl aftan fyri læstar dyr og ikki heiðrast í Pride skrúgongdum. Mín áskoðan er hinvegin, at tað er bara kynslívið, sum skilur samkynd og hinkynd. Vit kunnu ikki virða og læra hvønn annan betri at kenna uttan at virðurkenna, at hetta er so.

Skulu vit øll liva í sátt og semju sum grannar í somu kommunu, so kunnu vit ikki longur goyma okkara kynslív ella kynsligu ábending djúpt inni í skápinum, sum vit søguliga hava gjørt. Tað hevur ikki ført nakað gott við sær. Tað er nevniliga væntandi kunnleiki, upplýsing og royndir, ið skapa homofobi og ótoleransu, ið klárt kemur til sjóndar í hesi oddagreinini. Fólk ræðast tað, tey ikki kenna.

Aarhus fekk sína fyrstu Pride í fjør, og sum vit síggja í oddagreinini í lokala Jyllands- Posten, er framvegis stórur tørvur á henni.

364 dagar av árinum snúgva seg um hinkyndar borgarnar, hví kann ein dagur um árið ikki kasta eitt jaligt ljós á okkum LGBT borgarar og annars fjølbroytni og ymiskleikan í kommununi? Tað plagdi at vera gamalt, at eingin fer illa av, at onnur fara væl.

Og fyri endaliga at svara tínum spurningi, so skal ein og hvør kommuna sjálvandi vera við til at stuðla einum tiltaki sum t.d. Pride. Alt annað vildi verið órættvíst og sera primitivt. Tað er ikki øðrvísi enn at ein kommuna stuðlar einum country festivali, eini barnastevnu, einum penjsónistadagi ella eini tvørkirkjuliga møtirøð. Slíkt skapar trivnað fyri allar borgarar. Eingin tekur skaða av slíkum tiltøkum, men hinvegin fáa nógv stóra gleði burturúr.

Ein og hvør kommuna við virðing fyri sær sjálvari og sínum borgarum verjir, stuðlar og veitir góðar tænastur til allar sínar borgarar. Líkamikið hvønn lit, átrúnað, uppruna, politiska áskoðan ella kynsliga ábending borgarnir hava. Tað skal vera pláss fyri øllum, og øll skulu hava somu møguleikar at liva og virka á jøvnum føti hvør við annan, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar, í sambandi við oddagrein í størstu donsku avísini, Jyllands Posten, sum kann least her.


Ein annar heimligur spurningur, sum er frammi í hesum døgum er, at ein samkoma bjóðar einum prædikumanni, Danny Wallace, til Føroya, sum púra greitt í teksti tengir homoseksualitet saman við incest, neyðtøku og pedofeli. Hvat merkir tað fyri fatanina av homoseksualiteti í átrúnaðarligum høpi í Føroyum?

- Eg haldi, at hetta tíverri sigur meira um samkomuna sjálva og hvørjum støði hon virkar á, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar. - Tíbetur eru tað eisini mong einstøk trúgvandi, og trúarsamfeløg, ið ikki taka undir við slíkum boðskapi. Eingin seriøsur tjóðskaparligur ella altjóða heilsustovnur tekur undir við einari slíkari fatan av samkyndum. At samanbera samkynd og pedofilar er so langt úti og á einum so lágum støði, at eg meti ikki, at eg fari at brúka meira av míni tíð til at kjakast um tað.

Men hugtakið um, at samkynd kunnu grøðast, sum er ein av teimum mongu fantastisku boðskapunum frá Danny Wallace, sum sjálvur sigur seg vera fyrrverandi samkyndan ella “ex-gay”, má harafturmóti harligast átalast. Eisini pástandurin hjá Wallace um, at tað er barnamisbrúk, ella svikt frá pápanum, sum ger, at fólk gerast samkynd, er langt úti. Við hesum hongur man øll avvarandi – og kanska serliga pápar – hjá samkyndum út sum vánalig menniskju og potentiellir barnamisbrúkarar.

Bæði ST og aðrir altjóða felagsskapir, m.a. American Psychological Association, hava longu mótmælt royndum hjá ávísum trúðarbólkum at "grøða" samkynd. Slíkt virksemi hevur ikki bara víst seg at vera til fánýtis, men beinleiðis vandamikið! Fólk, sum hava verið útsett fyri slíkari “viðgerð” fáa tað munandi verri við sær sjálvum, sínum lív og sínari lagnu, enn tey longu høvdu frammanundan. Teirra sjálvshatur veksur, og vit hava tíverri ofta sæð sera syrgiligar og enntá deyðiligar fylgir av hesum virksemi.

Ein annar av fantasifullu vitnisburðunum hjá Danny Wallace er, at hann er fullkomuliga grøddur av AIDS, og at spor av HIV ikki longur er at finna í hansara blóði. Wallace gloymir tó ofta at viðmerkja, at hann dagliga tekur fyrstafloks heiluvág fyri at halda HIV sjúkuni niðri.


Men slíkt virksemi heldur fram, tí tað eru nógvir pengar at vinna hjá slíkum “grøðarum”, og tað eru tíverri nógvar samkomur og nógv trúgvandi, sum eru so blindaði av síni trúgv og lívsáskoðan, at tey seta sítt glansbílat av, hvusssu heimurin skal síggja út, framum veruleikan, umframt lívið og heilsuna hjá samkyndum samkomulimum og enntá nærmastu familju. Tað finnast óteljandi skandalusøgur um sokallaðar grøddar samkyndar menn, sum seinni verða avdúkaðir at liva eitt dupultlív. Flestu av sokallaðu “ex-gay” felagsskapunum í USA tosa í dag ikki um at “umvenda” samkynd til at blíva hinskynd, men um at læra samkynd at liva støk og uttan eitt kynslív og kærleikssambond. Tað er sjálvandi heldur ikki nøkur loysn á nakað, sum í síðsta enda ikki er ein trupulleiki. Vit eru fødd samkynd, tvíkynd, hinkynd ella transkynd. Tað er ikki eitt val, eins og t.d. hvat fótbóltslið tú velur at stuðla, ella hvønn átrúnað tú velur at trúgva. Vit skulu øll hava møguleika at liva okkara lív og og ikki minst okkara kynslív fult út. Tað er ein mannarættur!

Tíbetur eru øll trúgvandi ikki av somu fatan, sum samkomur eins og tann, ið hevur bjóðað hesum manni til Føroya. LGBT Føroyar hevur nógvar trúgvandi limir, sum megna at liva eitt gott lív í Føroyum, og hava eitt sunt og gott trúðarlív og kunnu virka í einum munandi meira tollyntum og upplýstum umhvørvi enn slíkt, ið vælsignar slíkan missvísandi og ósannan boðskap, sum tann hjá Danny Wallace, sigur Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar, at enda í samrøðu í dag um rætt teirra samkyndu og limir annars í felagsskapinum LGBT, at hava heimarætt í almenna rúminum, her og úti í heimi.