Skip to main content

Sjógvur og sjón


Westward Ho á vágni, sædd úr køksvindeyganum í dag. Semja man vera um, at hetta er vakurt og siðsøguliga áhugavert. Hóast nógv ganga í fjøllum og enn fleiri seta á at klintrast, bara ein klettur er fyri, so er einki sum havið og strondin hjá okkum, ið bara ganga á sløttum, har sum landið møtir havinum, the waterfront, sjóvarstrondin, sævarlagið. Tað veri seg av landi ella av skipi, so er tað henda sjón, har land og sjógvur møtast, ið stendur sterkast og sigur mest. Á einum fiskivinnustaði er tað hetta mark, sjóvarstrondin, ið ger skilnað á heima og úti, frítíð og arbeiði. Tað veri seg á Tvøroyri, við Skansan í Havn ella vágna í Klaksvík. Soleiðis sum avmyndað niðanfyri síggi eg Klaksvík fyri mær. Ymisklig hús á rað, og byggilistarliga perlan Hvíthus á handilsgøtuni mitt fyri, og so smábatar fremst fyri. Longur út eru virkini og stóru bátarnir. Skil er í óskilinum. Soleiðis var í hvussu er fyrr.


Men tá eg í dag, á Norðoyastevnu, flyti linsuna longur út eftir vágni, síggi eg ikki eitt nýtt flakavirkið ella betongvirki, hóast tað tykist so, men eitt modernað røktarheim. Persónliga er tað sjálvandi frálikt fyri hvønn einstakan, sum sleppur inn á eitt nýtt røktarheim, sum liggur so væl fyri. Men í heildini, um hon er til, stórbýarheildin, so undrist eg yvir at ein púra fremmandur bygningur, sum onga sjónliga rót hevur á hesum havnarlagi, nú hevur lagt seg hægri og størri enn alt annað og tí køvir alt, sum er aftanfyri og uttanum.


Hevði John Lee Hooker verið á lívi, so hevði eg syrgt fyri at hann sat her og spældi I Cover The Waterfront á Summarfestivalinum. Seinastu tíðina hava vit hoyrt um fyrilitarleysa bygging á føroyskum havnarløgnum, sum almenni myndugleikin á staðnum setir í verk, alt fyri at behaga staðbundna vinnulívinum. Pengarnir tróta ikki. Hetta er sum í amerikanskum sjónvarpsrøðum, har tey nýríku koma til og leggja alt undir seg, uttan sans og fyrilit. Við arkitektonisku ætlanunum á Tvøroyri og við Skansan í Havn og nú eisini hesum lidna bygningi út í vágna í Klaksvík, seti eg spurnartekin við aktuella arkitektoniska viljan í landinum. Hóast førleikarnir eru prógvaðir, so koma teir ikki til sjóndar á føroyskum havnarlagi. Eru arkitektarnir í lummanum á havnanevndum og býráðspolitikarum?