Skip to main content

Skil á skeltum


Eitt er at sita á Kjørbreyt, annað er at sita á Gablasteini í Portugálinum. Hóast staðurin í Tinganesi við áskriftini hjá Gabel í dag eru almenn skrivstova, hava mong Havnahúski búð í hesum húsum. Men hvat skal hetta nýggja bláa gøtuskelti á Gablasteini? Er Gøtunavnanevndini sett á Spískastein, ella er tað bara farið at rabla fyri nýføroyskum Gablafólki? Git mær tað.


Um hornið stendur tónleikalærarin Bjarni Berg við enn einum bláum gøtuskelti Blaks Boulevard. Við gittarfylgispæli spyrja vit uppaftur: Hvat er hetta? Hvat er uppavsfólkið og hvat er endamálið? Git mær tað!


Uppi á Tingusvegnum halda vit fram fyri okkum hetta gøtunavnið Sloansvegurin. Gamaní eru tað Sloanshús, vit síggja til høgru. Men hvør er meiningin og hvør er upphavið til alt hetta við nýggjum gøtuskeltum í Havn? Git mær tað!


Og so enda vit í sólskininum uppi í Steinatúni, har kokkurin og tónleikarin Jákup Pauli Gaard Olsen heldur gøtuskeltið við áskriftini Moulditorgið fram fyri sær. Undir heitinum Street Credibility verður fríggjadagin kl 19:00 avdúkað í Listaskálanum, hvør er upphavsfólk og hvat endamálið er við hesum átaki. Tann lesari, ið er fyrstur at siga um teldupost-adressuna ovast til høgru, hvør er upphavið og hvat endamálið er við hesum átaki, vinnur eitt av 60 signeraðum gøtuskeltum. Lesarin, ið hevur uppskot, verður at senda til teldupostadressuna ovast til høgru á hesum bloggi. Góða gitum, góða skemtun!