Skip to main content

Junihugni


So er sól, summar og junihugni í Tórsbyrgi og um alt Føroyaland. Tað angar av snertari grill og pylsu, ein proppur sprettur hjá grannanum og útvarpið dukar hin fyrsta kappróðurin í gongd. Hetta er kanón, sigur portalurin, sum annars plagar at tosa um brak, tílíkar dagar.


Eyðun í nummar 23 er farin at sláa grasið á plenuni. Grasið og summardáarnar, sum Gutti so trúfast hevur sligið og heintað øll hesi ár, vit hava búð í Tórsbyrgi. Floy, hundurin hjá Gutta, eygleiðir og fylgir við gongdini allan vegin millum hjallarnar, grasið og hjólbøruna.


Á bønum, aftanfyri húsini hjá Jens Peturi og Lýtt, har Nólsoyggin og fjørðurin síggjast í baksýni, blómar í øllum litum. Hóast kavi hómast á onkrum tindi langt har norðuri, er summarið komið í Tórsbyrgi. Nú er tað Norðoyastevna í øllum blómandi litum