Skip to main content

Tankar yvir eini hálvpiðaðari singelplátu


When I’m Dead And Gone sungu McGuinness Flint um sama mundi, sum Niels Juel Arge (1920-1995) sigldi oyggj úr oyggj at frætta um nøvn og hendingar. Í báðum førum framúr og tíðarrøtt avrik, plátan og ferðirnar, sum allar vóru festar á band við ordranum: “Klipp meg út!” Og so at klippa og seta saman til eina sending, ið øll savnaðust um. Føroyskt útvarpshandverk við nærlagni, sum gjørdi mun á samtiðarskránni í almannamiðilinum. Tíggju ár seinni, Í 1980’unum, var Jóhan Mortensen eisini framúr við nýskapandi sendingunum um Frítíð og Náttúru, har fuglalát og annað náttúruljóð fyri fyrstu ferð kom fram í almannamiðilinum. Guðsdoy, um tær ikki eru grivnar upp úr almannamoldini og settar á prime time skránna sunnudagar áðrenn tíðindini klokkan tvey. Í sjónvarpinum er eins og áður eingin Dagur og Vika í summar, nýskapandi og virðisløntu hóskvøldssendingarnar eru tiknar burtur, ja sjálvt 3-2 sendingin er postað til Sibiria í hægstu ítróttartíð, eins og guðstænasturnar. Eingir Oyggjaleikir á Bermuda. Men trúgv mær. Ítróttafjepparar eru ídnari enn mentafólkini og duga at fáa seráhugamál í gjøgnum almannamiðilin og øll tey filtur, sum har eru. Bíða bara og fá sjón fyri søgn av Bermuda. Einasta sending, ið ikki er tikin av skránni er Gekkurin, ið loysti gamla V4 spælið av. Spælið, sum lurtarin í gyltu útvarpsdøgunum fekk eitt heilt live show úr heimbygdini afturfyri, við heimagjørdum tættum og undirhaldandi spurnarkappingum. Alt samalt bygt á at lurtarin valdi at gjalda. Nú fær hyggjarin einki fyri gjaldið, Gekk mær tað. Hetta fer at minna um árliga Kringvarpsgjaldið. Tað fæst minni og minni fyri tað. Í Grikkalandi er sløkt fyri almannamiðilinum ERT. Grikska støðan kann ikki á nakran hátt samanberast við okkara, men hetta er fyrstu ferð ein almannamiðil verður stongdur í Evropa. Grikska journalistiska starvsliðið er tó so eldhugað, at á netinum boða tey frá, at tey gevast ikki uttan dyst, og fakfeløgini, sum stuðla, hava boðað frá 24 tímars verkfalli í dag. Men nú álitið hjá modernaða føroyska almannamiðilinum, Kringvarpinum, sum leingi hevur breggjað sær av trimum tøkniligum pallum, er endursendingar og einki annað, tá havi eg bestan hugin at siga við Matteusi: “Lat tey deyðu jarða síni deyðu!”

Á, deytt útvarp, vit fingu.