Skip to main content

Úr San Diego til Sørvágs



- Hetta er fantatiskt, sigur Eve Selis ovurfegin á Niðaravegi í Sørvági. Aftanfyri er sandurin og pallurin, har hon í kvøld skal syngja á Sørvágs Country- og Bluesfestivali. Hon er úr San Diego í California og saman við orkestrinum býr hon á hotellinum 62 Norður hesar dagarnar.


Gittarleikarin Marc Intravaia er saman við henni á Niðaravegi, tí Útvarpið vil hava orð á Eve og hoyra nakrar sangir. Einki problem, sigur lívliga Eve Selis, sum hevur ferðast við hesum orkestri síðani 1998. Hon skrivar sangir saman við Marc og hevur júst givið út fløguna Family Tree, har hon eisini syngur Hallelujah hjá Leonoard Cohen. Elin í Stórustovu og Rúni Jákupsson tosa við hana á trappuni hjá Eik, sum er miðdepil fyri festivalin í Sørvági.


Eve Selis hevur vunnið sjey virðiðslønir í heimbýnum San Diego innan roots tónleik. Ummælarin og tónleikarin John D’Agostino, sum eisini er úr San Diego, sigur at 'Eve Selis isn’t just a “singer” - she’s an emotion transducer who converts country, R&B, blues, folk, and rock ‘n’ roll signals into a megawatt zap that galvanizes everyone in its path.' Mikudagin skal hon syngja i Wolwerhampon og 18. juni er hon í London. Eftir bretsku konsertferðina syngur Eve aftur í heimbýnum fjórða juli, amerikanska tjóðardagin. Og við Dungasandi í baksýni kann hon ikki halda smílinum aftur.


Tá hon seinni fer á pallin er væta í luftini og eitt sindur kaldari enn har suðuri í heita California, har tey syngja um at tað aldri regnar. Hon er í svørtum cowgirl outfit og hevur aftur bláa hálsklútinum um hálsin.








So er leygarkvøldshiti í luftini á Dungasandi, fólk eru væl við og Eve Selis og hennara væl samanspælda orkestur fær fólkið at svinga og liva seg inn í tónleikin, sum um tey altíð hava kenst. Hetta er showmanship tá tað er best. Blái hálsklúturin fer av og røddin er trimmað til føroyska veðurlagið eitt leygarkvøld við fjørðin meðan aldurnar spæla á sandi.





Síðani fer jakkin av og hattur á høvdið. Kalda cowgirl'in er nú ein hot kalifornisk sild á náttklubba í La Jolla víkini og als ikki á Dungasandi. Hesa myndina lánti eg frá Jógvani Helga Hansen.


Men á heimavølli hava vit eisini eina framúr sagarinnu, ið sum ongan ting kann stíga í fotafarið hjá Bonnie Raitt, sum er stóra og helst elsta fyrimyndin í roots sjangruni hjá Eve Selis. Tað er okkara egna Kristina Bærendsen.


Kristina Bærendsen hevur mong tónlistarlig andlit, frá sing-a-long-gospel í Gaither Vocal Band stíli, til skitnan og hásan, men altíð raffineraðan roots tónleik, ikki so langt frá Bonnie Raitt.



Unga Kristina fevnir allar hesar eginleikar, tað verið seg einsamøll og mitt fyri á pallinum, ella sum kórsangari, til dømis hjá Halli Jonensen, eitt fet til viks, altíð smílandi og við nýggjum hársniði.


So er countrykongurin, Hallur Joensen, á pallinum við egnum bólki, sum er settur saman av Jákup Zachariassen á steel gittar, Finnur Hansen á keyboard, Jóan P. 'Beddi' Hansen á gittar, Eyðun Johannesen á bass, Høgni Klakstein á trummur og Kristina Bærendsen, sum syngur kór.


Hallur hevur júst givið út fjórðu fløguna, With Stars and Legends, ið gongur sum heitt breyð kring alt landið. Á fløguni eru trettan sangir, har Hallur syngur og spælur saman við Kris Kristofferson, Charley Pride, Bobby Bare, Dawn Sears, Yohanna, G. Thomas, James Burton, Tanya Hencheroff, David Peterson & Woody Wright og Vince Gill & Sonja Isaacs. Og so er ein sangur saman við Bellamy Brothers, sum eftir ætlan verður at hoyra á Grand Ole Opry í Nashville í heyst, live og sprell-livandi saman við Bellamy brøðrunum. Tað er nýggja felagið í Porkeri, FO Music Management, sum umboðar Hall í útlondum. Sama er galdandi fyri Evi Tausen og Jens Marna.


Og seinasta myndin av Dungasandi í Sørvági er av akkersmanninum hjá Halli og mongum øðrum, ið ikki bara droyma um sang og tónleik úti í heimi, men gera nakað við tað - tað er Jákup Zachariassen. Og so takki eg fyri aðru útgávu av Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági og gleði meg longi til triðju útgávu í 2014. Takk fyri gestablídni og beinasemi, Sørvágur. Síggjast og hoyrast næsta ár!