19.6.13

Vælkomin á Reyðakrosskafé


Vælkomin á Reyðakrosskafé undir Bryggjubakka í Vágsbotni í Havn. Tað søgdu tær seks Lisa í Dali við Reyðakrossísi úr melón og kiwi, Joan Eydna Sørensen, Unn Augustudóttir Kragesteen, Maria Dahl, Turið Maria Jóhansdóttir og Selma Dahl Erol við bóka- og kaffidiskin í dag, tá latið varð upp á middegi. - Arbeiðsmegin er sjálvboðin og vit ynskja at bjóða út nakað øðrvísi, siga tær á Facebooksíðuni. - Okkara visión er at skapa eitt hugnaligt stað, har gjøgnumskygni og vitan eru í hásæti. Vit seta fokus á endurnýtslu, at grógva í nærumhvørvinum, bøkur, familjulív og ikki minst vistfrøði. At fara væl um okkara planet og alt, sum á henni er, er nakað, sum vit handan kaféina eisini trúgva uppá. Og tá matur er ein sentralur partur av at fara á kafé, vilja vit bjóða út eina so sukurfría, vistfrøðiliga og lekra matskrá sum gjørligt. Tað er umráðandi fyri okkum, at eisini familjur við børnum trívast í ReyðakrossKaféini. So umframt kaféina fara vit leypandi at hava ymisk stuttlig og kreativ tiltøk, siga tær seks, sum skipa fyri. Og eftir eina so væl grundaða virkisætlan keypi eg eitt retrokrúss við kaffi, meðan onnur seta seg til borðs við te, humus og dadlukremi.



Matskráin er ein altjóða blandingur av føroyskum, turkiskum og øðrum eksotiskum rávørum. Stuttligasta orðið á matskránni er so heilt avgjørt dadlukrem.


Enn sum áður eru bøkur og grammofonplátur at finna í hølunum undir Bryggjubakka hjá Reyða Krossi. Mest eksotiska LP pláta, eg fann, var hon úr filminum The Last Tango in Paris. Her er tað Terji Giovanni Djurhuus úr Kollafirði, sum hevur funnið eina LP plátu við sangum hjá Kris Kristoffersson. - Jú, hon er næstan í mint condition. Hasa skal eg havi, tí eg eigi bandið frammanundan.




Umhvørvið í Vágsbotni bara veksur. Longur úti er ein fjaldur kjallari vorðin livandi partur av Kaffihúsinum, og nú er goymslan hjá Reyða Krossi latin upp og vorðin kafé, heldur enn burturgoymd goymsla á besta matrikuli í landinum. Frálíkt!