Skip to main content

Amariel á ólavsøku


Ólavsøkuaftan, sunnudagin 28. juli klokkan 15, letur upp ein nýggj framsýning við verkum hjá Amariel Norðoy (f.1945) í Galerie Focus í Lambagerði í Havn. Á framsýningini, sum er opin til klokkan 18, verða málningar, litografiir og innrammaðar akvarellir at síggja.


Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Hann er útbúgvin skipasmiðjur og árini 1977-83 var hann á Det Kongelige Danske Kunstakademi í Keypmannahavn og á grafiskum skeiði í Finnlandi í 1984. Amariel Norðoy hevur prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð í Havn og Samuels Kirkjuna í Keypmannahavn, umframt ymisk tíðarrit, bøkur og plátu- og fløguhúsar. Afturvendandi myndaevni hjá Amariel eru skiftandi ljósið, báturin og hugtakið, hann nevnir útróðrarbørn. Flestu myndir eru við íblásturi frá uppvøkstrinum í Klaksvík, og so úr Mikladali og við Kalsoyarfjørð.



Tað er eyðsýnt, at myndlistarliga avrikið hjá Amariel Norðoy staðsetur hann millum tey mest viðkomandi í føroyskari nútíðarmyndlist, so ektaður og eldhugaður, hann er. Altíð er tað kærleikin til ta føroysku náttúruna, ið tryggjar útstrálingsmegina í hansara myndum. Evnini til endurnýggjan síggjast týðuliga á júst hesari framsýning.


Framsýningin hjá Amariel á ólavsøku verður opin til 30. juli, hvønn dag frá klokkan 15:00 til klokkan 18:00. Annars er altíð opið eftir avtalu, sigur Galerie Focus í tíðindaskrivi í dag. Og hvør veit, kanska tekur hann bluesgittarin fram og spælir eina larmandi solo í litríka kjallaranum!