Skip to main content

Børn Ábrahams hava mist mammuna


Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá okkara góða starvsfelaga Karinu Toftegaard. Myndin omanfyri, sum er úr nýggju kristnibókini til sætta flokk, talar fyri seg. Børn Ábrahams hava mist mammuna og vit drýpa høvur at missa ein so góðan og braneggjaðan starvsfelaga. Karina hevur staðið fyri sambandinum til Google Books og hevur ritstjórnað eina rúgvu, fyrst og fremst bøkur til lærugreinina kristni. 


Karina hevur ein sjáldsama góðan radara og fangar alt, sum rørir seg á fakliga økinum, sum hon átekur sær at ritstjórna, í hesum føri kristni. Her er Karina á heimsins størstu bókamessu, í Frankfurt, í fyrrárið. Sum altíð eru tað kristnisøgurnar, ið hava hennara áhuga.


Í dag er skrivstovan hjá Karinu tóm og veggirnir berir. Á borðini liggja royndarprent av nýggju bókini Kristni 6 og hon vísir mær eitt uppslag, sum er um jødatýning. Uppslagið, sum Hannis Egholm hevur umbrotið og teknað, er um Adolf Hitler, ið sannhjartaður heldur seg gera Guds gerning, tá hann miðvíst fer undir at týna jødar. At fáa Hitler at passa inn í eina nýggja føroyska kristnibók, er ikki hvørsmansføri. Men Karina megnar, dugir og fær tað at rigga og at geva meining í fakligum høpi til rætta floksstigið.



Eftir at hava samskipað og ritsjórnað alt tilfarið í teim trimum bókunum hjá Jón Magnusi Joensen við myndum hjá Hannisi Egholm, fer Karina nú at undirvísa í Frískúlanum í Tórshavnar kommunu. Skúlin heldur til á Velbastað og hevur ikki tey sundurbýttu fak, sum vit kenna frá tímatalvunum í vanligu skúlunum. Hvør dagur byrjar við at næmingarnir átaka sær eina uppgávu. Á heimasíðuni hjá skúlanum, sum Karina forrestin fær ábyrgdina av, sigur Frískúlin, at tey møta barninum, har tað menningarliga er. Sagt verður, at skúlin virkar fyri, at barnið, gjøgnum hóskandi virksemi í einum stimbrandi og tryggum umhvørvi, mennist og lærir og upplivir gleði í skúladegnum. Skúlin leggur dent á at skapa ein felagsskap, ið er merktur av virðing og umsorgan fyri hvørjum øðrum, sigur Frískúlin á heimasíðuni. Eg ynski tær alt tað besta, góða Karina!