23.7.13

Er vert at fara um Reyðahavið?


Hetta er ein hin fyrsta myndin eg tók við einum talgildum myndatóli av speglrefleks slagnum. Hugvekjandi haldi eg. Men kanska er tað bara galdandi, um tú ert úr Føroyum og hevur sæð blóð á sjógvi. Norðlýsið hevur lagt nýggjar grindamyndir frá drápinum á Viðvík í gjár út á heimasíðuna. 130 hval løgdu beinini. Meðan tey lokalu eru fegin um eitt kók, eru fremmandafólk í øðini og ynskja okkum øll hagar pipari grør. Heimasíðan hjá Norðlýsinum er útbygd til eisini at fevna Facebook, so navnsnevndir persónar um allan heim kunnu kommentera. Tað verður eisini gjørt. Ikki tí tey duga føroyskt ella dagliga lesa Norðlýsið, men tí at onkur í netverkssamfelagnum sigur teimum frá. Og so er øði í grindini, heldur enn dialogur. Hesi ráð hevur ein skilagóður persónur, sum dugir føroyskt:



Men ikki allir útlendingar duga føroyskt, tíansheldur seta seg inn í lokal viðurskifti. Heldur enn at vegleiða okkum í altjóða miðlaarbeiði og tjóðarbranding, ynskja tey at gera av við okkum, hvørki meir ella minni. Tey ynskja at ein tsunami rakar okkum og sópar okkum av klótuni. Lesið bara hesar viðmerkingar, sum eru tiknar av kjaksíðuni hjá Norðlýsinum og vísir, hvørjum hugsjónum vit eru uppímóti, tá vit lata havið blíva reytt, av teirri einføldu orsøk, at slaktaða dýrið bløðir tann litin, tá tað er dripið. Statt so. Vilja vit hava mat á borðið, ið bløðir, so er hetta kostnaðurin: