Skip to main content

Hvør vinnur?


Nú er latið upp fyri nýggja tíðindaportalinum, Info, ið skal kappast við hin gamla, sum bara verður róptur Portalurin, og er fyrsta síða hjá flestu teldubrúkarum í landinum. Eitt sjáldsamt fyribrigd í einum landi, sum aldri semist um nakað. Men um Portalin hjá Føroya Tele hava føroyingar verðið so ivaleysir, at teir umrøða hann í eintali og tað í bundnum formi, Portalurin, sum var hann eitt osvitaligt gjaldoyra. Nú hevur Føroya Tele slept honum og innihaldsligi veitarin, Miðlahúsið, hevur skapt ein nýggjan portal, Info. Hóskiligt heiti, sum tó málsliga ikki er so liðiligt at handfara, sum hitt fyrra. Støðan er nú, at tveir fittir beiggjar á bygd hava keypt gamla portalin undan Havnamonnum, so alt fór at klandrast. Teir eru ikki journalistar, men reka teldufyritøkuna Knassar og skulu forrenta eina risaupphædd, meðan Miðlahúsið hevur mist arbeiðsinntøkuna frá Føroya Tele. Báðir partar hava nakað at berjast fyri, og spennandi verður at síggja, hvør vinnur. Tí eins og í ítróttaverðini, sum myndar og selur øll bløð í dag, er ævigi taparin nummar tvey. Altíð. Tað er bara ein vinnari. Á okkara avmarkaða marknaði er eins greitt, at rúm er ikki fyri einum nýggjum miðili, sum bara flýtur omaná, sum um einki var hent. Stóru lýsararnir, ið fíggja føroysku miðlarnar, fara ikki glaðbeintir at lýsa í enn einum nýkomnum miðili, bara tí hann er nýggjur. Teir fara at velja onkran frá. Og brúkarin fer ikki at gjalda fyri journalistiskt nettilfar, hartil eru vit ikki komin enn, og tað so langt ífrá. Øðrumegin eru forfengiligir journalistar, sum ikki vilja viðurkenna at teirra arbeiði er ein vøra, sum altíð er til sølu í nærmastu kiosk, og hinumegin eru lesarar, sum ikki vilja betala eina krónu fyri somu søgu, sum kann lesast alla aðrastaðni fyri einki. Naggatódn er besta orðið at lýsa føroyskan journalistikk. Her er einki. Og fyri einki fæst einki. Tað er støðan á aktuella miðlamarknaðinum. Naggatódn og tað bera einki. Gamani er Info greiðari enn Portalurin, men hetta er sama vøra á sama marknaði. Einki er broytt, annað enn at kappingin er harðnað. Lesarin fær einki meir og onga nýggja funku, men lýsingafyritøkurnar skulu nú velja, hvør skal fáa kunstigan andadrátt at fremja sama journalistikk, vit høvdu frammanundan. Nothingnews í Nothingville.