Skip to main content

Karisma í Götu


Fyri ólavsøku í 2009, tá konsertin við Múrin var í Kirkjubø, upplivdi eg fyri fyrstu ferð unga nýggja Eysturoyarbólkin Boys In A Band við Pæturi Zachariassen, omanfyri, á odda. Leygarkvøldið verður bólkurin aftur á skránni á G! Festivalinum í Gøtu. Undir yvirskriftini karisma við Múrin, skrivaði eg soleiðis fyri fýra árum síðani um henda frálíka bólk:
Karisma strálaði av pallinum í Lágabø, tá Boys In A Band spældu og sungu leygarkvøldið. Stuttligt sjov við góðum dreiv. Og bráddliga broytti frontmaðurin Pætur perspektivið, tá hann leyp av pallinum og sang millum áhoyrararnar. Frálíkur bólkur við frálíkum tilfari og enn betri undirhaldi.


Umframt Boys In A Band spæla hesir bólkar og einstaklingar á G!Festivalinum leygarkvøldið: Nephew (DK), Ásgeir Trausti (IS), Laid Back DK), Sanglötan við Eivör, Teitur og Konfekt, Hogni, Dánjal, Sakaris, The Absent Silver King, Lover Lover, Fredo (UK), Áðrenn Elvis, Karmakanonen (DK), Brynjólfur og Spælimenn. Harumframt er stórt barnatiltak við Angelu, Hannebal, Beinir, Rógva og vininum, Kaptain Gardar, Jan og Ásbjørn, verkstøðum, barnafilmum og øðrum.

Fríggjadagin spæla hesi: Karin Park (SE), Den Sorte Skole (DK), LV & Okmalumkoolkat (UK/SA), Afenginn & Mpiri (DK/FO), Eivör, Teitur, Hamferð, MRC Riddims (US), Sun Glitters (LUX), Himmerland (DK), Kári Sverrisson við Bendum Spónum, Knút, Yggdrasil, JPFT Soundsystem (DK), Holgar og Tórfríð og Tidal Crush, Broseph Stalin, Anaconda.

Fyrsta festivalkvøldið, hóskvøldið, spæla Alina Devecerski (SE), Reptile Youth (DK), Byrta, Benjamin, Marius, Frostfelt, Budam, Earth Divide, Angist (IS), Sigmund, Fabio Bonvicini og Francesca Beno (IT), Lula Rose (DE) og DJ Zulu.