Skip to main content

Ljósbrot á Lützenstrøð


Við nýggjum poetiskum strokum, ljósum litum og fjálgum heitum sum Hitafláir, Grønalíð og Várdagur, er tað tó stóra verkið Í broti og gjálvi, sum fangar mín áhuga, tá eg gangi upp trappurnar og komi inn í hølini hjá Eyðuni av Reyni á Lützenstrøð 13.



Nógv fólk vóru møtt til ferniseringina í hugnaligu og søguliga angandi hølunum, ið Eyðun nú brúkar sum arbeiðsstað. Á ólavsøku í fjørð var eisini framsýning í somu hølum. Eins og eg sjálvur gjørdi, nýttu fleiri høvið at avmynda nýggju, bjørtu litirnar hjá Eyðuni. Her er tað floksfelagin av Læraraskúlanum, Birgit Nattestad úr Miðvági, sum júst hevur verið á listaferð á oynni Kalimnos í Grikkalandi.


Her inni málaði pápin, Ingálvur av Reyni (1920-2005), frá 1968, tá húsini, sum Palli Gregoriussen teknaði, vóru liðug, og til Ingálvur andaðist 84 ára gamal. 45 ár seinni er gólvið í starvsstovuni enn tað sama. Tjúkt av máling summstaðni og farvegur eftir myndafótum aðrastaðni, serliga undir vestvenda ervaljósinum. Reytt, gult og hvítt á skiftandu gráum botni.


Framsýningin hjá Eyðuni av Reyni í søguligu hølunum á Lützenstrøð er opin frá klokkan tvey seinrapart til sjey um kvøldið, hvønn dag til og við mánadagin 22. juli.