Skip to main content

Lurtigildi hjá Knút


Veit ikki, um tað eru røturnar úr Leirvík, sum elva til orðaspølni sum Sólarkaffi og Lurtigildi. Men fyndugt er tað í báðum førum. Og vísir, hvussu musikalskt og liðiligt málið er, eins og tónastigin, sniðgávan og tøknin. Hvussu er og ikki, í kvøld var Lurtigildi fyri nýggju plátuni hjá Knúti Háberg Eysturstein On High í Sirkus í Havn. Hetta er triðja pláta frá hansara hond, og tá sagt verður pláta, er tað veruliga ein grammofonpláta av longplaying slagnum, sum krevur nál og plátuspælara. Hon er reyð, tung og tjúkk, løgd í húsa, sum aftur er í einum húsa við øllum tekstum og upplýsingum skrivaðum á við hond, nakað sum í Exile on Main Street hjá Rolling Stones í 1972, men akkurát so sum Uni Árting hevur greitt úr hondum til spildurnýggju Tutl útgávuna, sum verður framførd við orkestri og kórsangarum í Perluni hóskvøldið kl 20. Saman við vælpressaðu grammofonplátuni er bæði fløga og ókeypis MP3 download. Knút hevur sjálvur skrivað allar sangir, uttan lagið til Mær leingist at síggja staðin (Victor Danielsen), sum abbin Knút E. Háberg gjørdi. Jens L. Thomsen hevur lagt plátuna hjá Knúti til rættis.