11.7.13

Myndlist í skúlanum


Konsentratiónin var góð, tá skipað varð fyri norðurlendskari ráðstevnu um myndlist í skúlanum í Steinprenti, har myndin er tikin. Lærari í hesum hølum við tí avbera góða og sentrala útsýninum, var Fríða Matras Brekku.


Nám var við, tá Myndlistalærarafelagið skipaði fyri stórari norðurlendskari ráðstevnu fyri myndlistalærarar í Havn fyrr í vikuni. Um hundrað útlendskir lærarar vóru við og Nám rindaði fyri teir trettan føroysku lærararnar, sum høvdu teknað seg. Ráðstevnan varð hildin undir herrópinum “Kreativitetur og innovatión í myndaarbeiði hjá børnum og ungum”. Føroysk umboð í Nordisk Samråd, sum stendur fyri stevnuni, eru Poulina Poulsen, Gulla Mohr og Maja Sørensen. Meðan allir teir føroysku luttakararnir vóru kvinnur, var onkur útlendskur maður við í kreativa hópinum.


Endamál við ráðstevnuni var, at luttakararnir skuldu fáa ástøðiliga vitan og handaligar førleikar, sum kunnu brúkast í undirvísing í lærugreinini myndlist við tí endamáli, at kveikja og menna kreativu og innovativu førleikarnar hjá børnum og ungum á heimstaðnum.



Ráðstevnan vendi sær til myndlistalærarar úr øllum norðanlondum. Skift varð ímillum fyrilestrar og verkstovur í Steinprenti á Skálatrøð, har eg tók myndirnar, í Læraraskúlanum á Frælsinum og í Næmingaheiminum í Marknagili. Í verkstovunum undirvístu føroysku listafólkini Ingi Joensen, Brandur Patursson, Fríða Brekku og Elin Hentze. Luttakararnir lærdu ástøðiliga og verkliga, hvussu arbeiðast kann kreativt, eksperimenterandi og innovativt við ymsum undirvísingartilgongdum í myndlist. Tey, sum vóru á ráðstevnuni, undirvísa í myndlist og hava á ymsan hátt serligan áhuga fyri júst myndum og myndaskapan hjá børnum og ungum.