Skip to main content

Ókeypis útlendingar


Á myndini skrivi eg meg inn hjá Google í Mountain View í California. Tað er ólavsøka og árið er 2008. Her kanst tú lesa ferðafrásøgnina. Heima í stovuni, fyrradagin, sá eg eina útlendska sending í einum útlendskum miðili, har ein long røð av spurningum um upphavsrætt vórðu settir, nú hetta sama amerikanska firma, Google, hevur skannað bøkur í fleiri ár, eisini ófáiligar føroyskar bøkur, sum føroyingar í øllum heiminum nú kunnu lesa. Eisini á teldli í Stranda skúla. Í dag hoyri eg ein landstýrismann siga, at hann hevur givið einum eins útlendskum firma, sum eingin rættuliga veit, hvat eitir og enn minni stendur fyri, øll einkarrættindi at bora í føroyska jørð og at eiga tað ferðslumynstur, sum harav stendur. Og eingin forðar honum. Og enn er Føroyakortið ikki yvirtikið mál í Innlendismálaráðnum, men liggur í eini skuffu á Rentemestervej í København. Hvussu veit landstýrismaðurin, hvar hann skal loyva útlendingum at bora? Ella hava útlendingarnir longu fingið eitt útlendsk kort frá lagsbrøðrunum á Rentemestervej? Ella brúka teir Google Street View, sum er púra ókeypis, fotograferða í tínum egna garði? Nei, eg bara spyrji sum eitt slag av føroyingi, sum inst í sjálvum sær tykist útlendingur, allastaðni. Og so skeinki eg mær eitt krúss av kaffi. Krússið fekk eg frá Google við orðunum There is no such thing as a free lunch. Tað er tað heldur ikki á teldlum og strætum á Skálafjørðinum, ella tá suðringar betala minni fyri at sigla við Smyrli. There is no such thing as a free lunch.