Skip to main content

Robert Redford stuðlar Mike Day at lýsa grindadráp


Skotski filmsleikstjórin Mike Day avmyndaður við filsmtóli heima í stovuni hjá Kate Sanderson á ólavsøku í fjør, tá hann á fjórða sinni vitjaði í Føroyum. Nú fær hann stuðul frá Robert Redford at lýsa føroyskt grindadráp og dálking í havinum.


Tá Robert Redford, fjórði frá vinstru, í 1981 savnaði vinfólk á bygd í Utah at skapa ordiligan film, sum var leysur av fjasinum í Hollywood, hevði hann neyvan kunnleika til súluveiðu á skotskum skerum og grindadráp á føroyskum firðum. Sum frá leið gjørdist útferðin hjá Redford og vinfólkum til eina skipaða filmstevnu, The Sundance Film Festival, og stovnin the Sundance Institute, sum letur stuðul til filmsgerð. Nú hevur tann parturin, sum fæst við heimildarfilm kunngjørt, at skotski filmsleikstjórin Mike Day er millum teirra, sum tilsamans fáa meiri enn 3 mió krónur, $550,000, sum eru £362,000, at gera heimildarfilm fyri. Tilsamans 29 verkætlanir eru um hesa upphæddina. Heimildarfilmurin, sum er um føroyskt grindadráp í spælifilmslongd, hevur enn ikki fingið navn. Stuðulin fer til endaligu framleiðsluna, postproduction, tey rópa. Soleiðis verður boðað frá á heimasíðuni hjá stuðulsveitaranum, the Sundance Institute:
Untitled Project (Faroe Islands/UK)
Director: Mike Day
The pilot whale hunters of the Nordic Faroe Islands believe that hunting is vital to their way of life, but when a local doctor makes a grim discovery about the effects of marine pollution, environmental changes threaten to end the controversial tradition and change the community forever.
Mike Day hevur áður lýst súluveiðu, the Guga Hunters of Ness (2011), á ytstu skerum har vesturi í Skotland.

Tilsamans 772 umsóknir úr 88 londum frá kendum og ókendum filmslistafólkum komu til The Sundance Institute í hesum eina føri.

Cara Mertes er forkvinna í The Sundance Institute Documentary Film Program. Eftir at hava mett um innkomnu umsóknirnar og játtað meir enn 3 mió krónur til 29 teirra, sigur hon við heimasíðuna hjá stuðulsstovninum: “Við at lata fíggjarligan stuðul til heimildarfilm hjá ókendum filmsleikstjórum, stuðla vit samstundis mongum ymsum ætlanum og hugskotum, ið eru støðið undir einum opnum samfelag. Í hesum sambandi hava vit heft okkum við hesar 29 søgur.”

Robert Redford, sum er forseti og stovnari í Sundance, sigur at “tey, sum siga søgur, breiðka um okkara fatan: tey fáa okkum at taka lut, tey eggja, tey kveikja og tá ið av tornar hava tey bundið okkum saman”.