Skip to main content

Søgur í tónleiki hjá Teiti


Mánadagin 16. september kemur nýggja fløgan hjá Teiti. Hon hevur fingið heitið Story Music, Søgu Tónleikur. Fríggjadagin bjóðaði Teitur, Plan C Management, Arlo and Betty Recordings og Jónas Bloch altjóða pressufólki og tónleikarum innar í Studio Bloch í Fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn at hoyra sangirnar spældar undir heitinum 'a worldwide exclusive advance album playback, of teitur's forthcoming new album Story Music followed by a short solo set and drinks reception.' Her er Teitur við sangunum.



Tíggju sangir, hvør við sínari søgu, eru á nýggju plátuni hjá Teiti. Hann eigur allar sjálvur og hevur eisini lagt til rættis. Tónleikararnir, kórsangarar og tíggju kvøðarar, sum vóru í býnum eitt kvøldið, eru allir føroyskir uttan í eina førinum, har meistarligi amerikanski Van Dyke Parks (f.1943) skrivaði til Teit og spurdi, um hann kundi sleppa at leggja til rættis eitt av løgunum á nýggju útgavuni, It's not funny anymore. Tann upptøkan er gjørd í Niðurlondum við stórum orkestri og kóri har í landinum. Parks bleiv av fyrstan tíð kendur fyri yrkjarasamstarvið við Brian Wilson og Beach Boys frá 1966, fyrst við plátuni Smiley Smile (1967) og hevur síðani ganda fram ljóð úr mongum solistum og orkestrum, so sum Harry Nilsson, Little Feat, Ringo Starr, Ry Cooder og Silverchair. Kórið Tarira er við og hin víðagitna Michaela Petri, sum eftir hondini er donsk-føroysk, er við á floytu. Umboðsmaður hjá Teiti er enn sum áður Christian Ulf-Hansen, sum her er avmyndaðir við hitt vakra veggjateppið í køkinum í Studio Bloch.


Jónas er leiðari í Studio Bloch, har upptøkurnar eru gjørdar. Her situr hann við klaverið í stóra upptøkurúminum, har gittarar í hópatali hanga á hvittaða vegginum. Niðari partur av vegginum, aftanfyri mikrofonina til høgru í myndini, er málaður reyður við máling úr royðugróti úr Nólsoy.


Upprunaliga er hetta køli- og frystihús hjá Valdemar Lützen. Tjúkku reyði innhurðarnar eru varveittar í upprunalíki, eisini har upptøkurúm eru í ljóðstudionum hjá Jónasi. Her stendur umboðsmaðurin Christian Ulf-Hansen við reyðu hurðina og tosar vit Teit, sum situr í sofuni.


Fyri inngongdini er ein ísbrótari varðveittur. Hetta er ein rulla við tindum, sum við handakraft kann bróta ísin. Rullan er løgd undir eina tjúkka glasplátu, sum gangast kann á. Ljósið lýsir í ymsum litum, í hesum føri reytt.


Simon Kvamm (f.1975) og hansara menn í bólkinum Nephew vóru eisini bodnir til lurtigildið hjá Teiti í Studio Bloch. Nephew eru her á fjórða sinni at spæla á G! Festivalinum í Götu, hagani abbi Simon var ættaður.


So varð lurtað. Teitur sjálvur tendrar fyri ljóðinum úr stóra mixipultinum hjá Jónasi, meðan fólk fáa sær ein bita og eitt glas av góðum føroyskum bjóri aftur við. Fyrsti sangur er Hopefull og Teitur verður heilt álvarsamur.


Her tosar Christian Ulf-Hansen við amerikanska journalistin Mattew Workman, sum eins og donsku Nephew hevur vitjað í Føroyum fýra ferðir, og á niðaru myndin tosa Teitur og Simon Kvamm og orð og ljóðmyndir.



Eftir lurtigildið í kontrollrúminum, er live konsert við Teiti í upptøkurúminum. Hann spælir tríggjar nýggjar sangir, tveir enskar og ein føroyskan. Sangirnir verða tiknir upp til útgávuna. Fyrri enski sangurin er Rock and roll, sum er ein søga um eitt orkestur, sum frá 1969 til 1972 spældi inn eina plátu í Suðurfraklandi. Skjótt kemur tú eftir at hetta er søgan um Rolling Stones og teirra dupultu LP Exile on Main Street (1972). Og heitið, Rock and roll, kemur til sín rætt, tá Teitur velur at byrja intimu gittarkonsertina við stívum armi, sum var tað Pete Townshend, ið situr fyri okkum og rullar armin i fullari longd, runt og runt, og slær við harðari kraft á steingirnar. Eftir hesa klassisku rock and roll intro við akustiskum gittara undir grótvegginum hjá Öström, byrjar sangurin. Rock and roll.


Sangirnir á nýggju plátuni Story Songs eru Hopefull, If You Wait, Antonio, Rock and roll, Hard Work, It's Not Funny Anymore, Monday, Indie Girl, Gone Fishing og Walking up a Hill. Úrvalið eru skiftandi søgur, allar stillisliga hugtakandi. Monday byrjar við gerandisútvarpstíðindum frá Høgna Djurhuus og nøkrum orðum frá Armgarð Arge. Einastu føroysku kulturjournalistar, sum vóru við til hesa hugfarsligu og søguligu løtu um søgur á plata hjá Teiti, vóru Kinna Poulsen og undirritaði. Jan Anderson, sum vísti øllum runt í Steinprenti, gav mær eitt kongabomm og tók so myndina niðanfyri. Eg mundi sett í hálsin.


Hetta var tað nærmasta eg kom Summarframsýningini hjá Heystbólkinum í Listahøllini á Skipasmiðjuni hetta vikuskiftið. Ein pakki við nýprentaðum plakatum. Ilt er at fáa stundir til at náa alt, sum hendir á mentanarliga økinum úti um landið fyri tíðina.


Og so er hátíðarløtan við Teiti av fyri hesu ferð. Bussurin bíðar, vegurin kallar og gittarin er lagdur í kuffertið. Nú gongur leiðin til Götu, har G!Festivalurin er byrjaður og Teitur skal syngja á stóra pallinum á sandinum, eins og nógv onnur føroysk nøvn í altjóða flokki. Takk fyri hesu ferð og alt tað best við nýggju fløguni Story Music.