25.7.13

So kom sólin


Eftir dagar við tungari toku og slavnum sirmi, kom sólin fram. Frá at vera so samandrigið, sum sæst á myndunum niðanfyri, har bilarnarnir koyra við tendraðum lyktum, varð klárt frá minutti til minutt. Heiður himin eftir ongari løtu. Tað er sum tann rami gandur. Nú kunnu havnafólk av sonnum siga vælkomin á ólavsøku, mitt í býnum, sum fyrr var bláur, men nú er grønur.


Uppi av Hálsi sæst hvussu jørðin guvar og sveittar, nú tað dregur frá og alt blívur klárt í Havn.


Við Ítróttarhøllina eru arbeiðsmenn og ung í arbeiði, sum íðin umvæla og rudda økið uppi á Hálsi, har nýtt stadionøki í mong ár hevur verið í menning. Kanska fer nú at eydnast at fáa eina skipaða heild yvir økið í Gundadali.


Ein av teim ungu, sum eru í arbeiði hjá Tórshavnar kommunu, hevur stundir at kína einum ungum rossi, sum stendur á beiti her uppi.


Niðri í Tórsgøtu, mentanargøtuni í miðbýnum, gerst trengri og trengri, nú pallar skulu byggjast til konsertir, og summarferðandi, sum vilja hava kaffi og bjór, skulu røkjast. Ikki bara summarið, men eisini sólin og brátt ólavsøkan, eru komin til Havnar.