Skip to main content

Tað hevur tókt


So er sangheftið tókt sum blinkstrandi app til midnáttarsangin á ólavsøku. Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at eins og undanfarin ár er Havnin miðdepil Føroya, og at teir báðar ólavsøkudagarnar, sunnudagin 28. og mánadagin 29. juli, eru Vaglið, Tórsgøta, Áarvegurin, Steinatún og Skálatrøð miðdeplarnir í miðdeplinum. So er tað líka sum sett í fokus, tá størsta fólkamongd Føroya savnast í Havnargøtum á midnátt ólavsøkudag at syngja í felag, sum var tað eitt fólk, eitt kyn og ein rødd. Ivaleyst hin besta løtan á olavsøku, hvørt ár. Sanghefti til midnáttarsangin eru eisini at fáa í Ráðhúsinum og í Býráðssalinum, meðan opið er ólavsøkudag kl 15:00-18:00, og skótar fara at býta sanghefti út á trappuni við Býráðssalin og við Tinghúsvøllin meðan sungið verður. Um appin kann brúkast at syngja úr skal so standa sína roynd á midnátt ólavsøkudag. Sum er, fái eg ikki tekstin at liggja tvørturum, so ein heil linja kann síggjast í senn. Tí verður tað heldur ivasamt, um eg tími at brúka appina á avmáldu telefonini. Kanska fari eg heldur at brúka lummalyktina, sum eisini er í telefonini, at lýsa í prentaða heftið, sum aftur í ár hevur eina stuttliga permu, sum Magni Dalsgaard teknaði. Sæst, so syngst!