Skip to main content

Tankar afturvið plátuni On High


Fekk í kvøld plátuna On High frá Knúti Háberg Eysturstein, sum hevði lýst við lurtigildi í Sirkus í Havn. Tíggju sangir eru á plátuni, sum er reyð vinylpláta, fløga og download í bláum húsa, sum Uni Árting hevur gjørt. Knút eigur øll orð og løg, uttan í seinasta føri, har abbin, Knút E. Háberg, eigur lagið, Mær leingist at síggja staðin, sum er úr Songbók Guds Fólks. Grundupptøkur er gjørdar í húsunum hjá abbanum í Tórfinsgøtu 10 í Havn. Jens L. Thomsen hevur framleitt og ljóðblandað, og eisini lagt til rættis saman við Knúti. Útgevari er Tutl og útgavukonsert verður hóskvøldið klokkan 20 í Perluni í Tórsgøtu.

Gjøgnum plátuna, og serliga við heitinum On High í huga, hómast ein leitan eftir og í støðum lovprísan av tí andaliga í gerandistilveruni, og plátan er týðuliga klødd í minnið av bretskum fólkarokkljóði úr sjeytiárunum.

Plátan byrjar við sanginum The Road. Hóast nýtt og føroyskt, ber ljóðið í sær míni bestu minni av bretskum harmoni-rokki við gittara og vindandi kórsangi mitt fyri, sum vóru tað hinir vælsamanspældu Wishbone Ash, men samstundis eisini hin lætti og gjøgnumskygdi Ian Matthews við Southern Comfort, og bróðurparturin av fólkarørsluni í enskum rokki í sjeytiárunum, í løtum á gáttini, The Threshold, inn til háborgina hjá The Moody Blues.

Í Quiet Town er alt lætt og ljóst, røddir og keyboard. Hetta er ein kærleikssangur, sum aftur bendir á enskan fólkarokk av bestu skuffu fyrra part av sjeytiárunum. Røddin er trygg og góð, sum var tað ein sveimandi Al Stewart, ið gekk um Havnartún. Fantastiskt.

Empty Streets bjóðar eina mellotroniska ljóðmynd, ið minnir um hana hjá Mikael Blak í Hørpumeistaranum hjá Hanusi Johansen. Ein javnur feril er av Pink Floyd, og so kínandi steelgittarin, sum ger eitt sjáldsamt americana frámerki, sum fylgdust vit á tómu gøtuni við Son Volt og teimum. Og tó er tað sum baktjaldið er eitt fjart áartutl frá eini gamlari Nick Drake plátu, vovið og samansett, men einfalt og ektað, og so eitt kór frá Barclay James Harvest mitt í Tórfinsgøtu. Fjart og tó heimligt.

Whispers er lyriskt, einfalt og turt ljóð, sum bíða vit eftir bátsmanninum, Nick Drake, at føra okkum millum nátt og dag, meðan tíðin tiktar, vatnið rennur, eldurin brennir og greinarnar teska. Tað lýsir fyri nýggjum degi. Jú, hetta er alt tað besta úr bretskum fólkarokki, sum er miðsavnað í føroyskar minuttir. Eitt gott knýti hjá Knúti.

Um sangin Growing Old, sum hevur verið at hoyrt í Útvarpinum, sigur Knút á egnu ensku heimasíðuni soleiðis: "I wrote this song in response to seeing good people around me bruised by fate and noticing unexpected shadows in their eyes. It's about realizing that life is a river wherein you have to submerge yourself completely". Growing Old er ein poppsangur við greiðum altjóða appeal. Catchy. Ian Matthews er aftur í oyranum og kappast við Al Stewart í ektaðum reinleika. Hetta er ein sangur, sum skínur, er reinur og skarur. Einki er sum fyrndargamalt poppljóð, ið hevur ligið á í fjøruti ár og ivaleyst fer at gera tað eins leingi afturat. Gamalt og kent, og tó - nýtt og ókent, nýskorið í føroyska plátu. Sum lívið og árini, ið koma á teg, júst so, sum teksturin sigur. Úr øllum tí ófrættakenda sprettir tað vakra. Ein heilskaptur poppsangur við guddómligum farra, sjáldsama klárur at sodna.

Titulsangurin On High hevur klaver í botninum, og eina løtu fái eg aftur varhugan av at klaverið er nakað nógv frammi og at eg nakað ofta hoyri Hørpuspælaran og Á fold eru túsund gudar hjá Hanusi. Men aftur til tittulsangin, sum er egna tulking Knúts av Sálmum Dávids um skáltrummur og ljóðføri at fagna hinum hægsta. Kvinnurøddirnar svinga væl og skapa góða dýpd í ljóðmyndini. Góða gittarspælið leiðir meg endaliga fram til tað greiðu niðurstøðu, at hetta man vera besta boð uppá elektriskan føroyskan gospeltónleik ikki bara beint nú, men yvirhøvur.

Revolution of the Hearts er ein resoluttur og stevfastur sangur, har Knút leggur røddina djúpari og hevur sjáldsama gott tak á sanginum og samlaðu ljóðmyndini, kanska besta tak á plátuni yvirhøvur. Og at lata tað regna er ein strofa, sum altíð riggar í ektaðum rokki, serliga tá ein strembandi himmalskur tóni hongur uppi við, so sum Lad himmelen briste hjá donsku Love Shop og Isn’t it Amazing hjá Hothouse Flowers og í fleiri øðrum skotskum og írskum poppsangum, ið lovprísa tí reinsandi kærleiksregninum, uttan at vera flower power frá 68, men bara power, nútíðar Føroyapower við kærleika í reyðu plátumiðjuni. Meir enn frálíkt. Fantastiskt. Og við góðum endagittara. Hetta er fullkomið.

Healing Heart letur Pink Floydsku ljóðmyndin umskarast við Moody Blues, og so er hann aftur har, ferjumaðurin Nick Drake, og steelgittarin, ið kínir americanavíddum og skapar stórar ljóðmyndir av glíðandi einsemi, og so øll tey elektronsku ljómborðini, og so eitt turt endaslag, puff og liðugt. Stórbært.

Touch of Grace eru murrandi kvinnurøddir, sum gera seg út til rúmdarferð í framtíðarfilminum hjá Kubrick, men so eru vit innanveggja hjá farnum fedrum, við tungum orðamyndum, sum royna at viga upp móti náðini, Touch of Grace, og at alt er av náði og einki annað. Kvinnurøddirnar forvissa okkum um, at foldarlívið, by the touch of grace, bara er ein løta, bara er fyribils. Sangurin um náðina glíður inn í seinastu skering á plátuni, sum er ítøkiligi longsulin at síggja staðin, sum er uttan orð, men við lagi hjá abbanum, Knút E. Háberg (1920-2005) á heimliga klaverið, I Long to see the City, Mær leingist at síggja staðin.

Plátan On High er ein tíðarleys ferð uttan minuttir og sekund. Tíðarleyst. Eg eri bitin av hesari plátuni. Hon er reyð og hevur hol í miðjuni. Og eg fái eina vaksandi kenslu av at henda pláta hevur sett sær fyri at fylla tað hjartað, ið einaferð var tómt. Tað er eydnast. Hjartað er fylt upp av stórbærum ljóði og tíðarleysum myndum, ið andaliga røkka aftur til Sálmistin Dávid og verðsliga røkka hálva øld aftur í bretska ljóðtíð, men eisini horva frameftir, sum ein Kubrickrúmdarferð út í tað høga og fyrijáttaða, On High.

Takk fyri ljóðferðina!