Skip to main content

Avmyndingar í Milano


Í Milano eru nógvar myndir at avmynda. Gøtuseljarin hevur sannført eitt ferðafólk um at so er. Ein mynd er ein mynd. Men handan opnu kirkjudyrnar er heimsins kendasta mynd, tá vit ikki rokna Monu Lisu við. Upphavsmaðurin er hin sami, Leonardo da Vinci (1452-1519).


Mona Lisa, sum nú sæst í Louvre í París, er ikki signerað, men Leonardo málaði hana í árunum 1503-1506. Sigst, at Leonardo vildi ikki lata lidna málningin frá sær, men bar Monu Lisu við sær, allastaðni har hann fór. Nakað undan, frá 1495-1498, málaði Leonardo Heilagu Kvøldmáltíðina um allan veggin, 8,80 metrar x 4,60 metrar, í matarsalinum í Santa Maria della Grazie í Milano. Vit keypa atgongumerki fyri yvir túsund krónur fyri fýra og fáa vegvísara við inn í kirkjuna, gjøgnum garðin og steðga í søguliga matarsalinum við gandakenda veggmálninginum. Í skugganum omanfyri og aftur niðanfyri minnir ferðaleiðarin, Valentina, okkum um á, at undir ongum umstøðum má Leonardo á vegginum avmyndast.



Og voilà! Her er hon so, heimsins næstkendasta mynd, avmynda í Santa Maria della Grazie í Milano leygardagin 10. august. Jesus er avmyndaður beinleysur, tí har var eitt hurðaop í gamla vegginum, so munkarnir kundu fáa mettuna. Í dag selja teir postkort.


Myndaevnið hjá Leonardo er úr heimsins kendastu bók, Bíbliuni, ið er týdd til mest sum øll av heimsins málum, og í tveimum, kanska trimum førum til føroyskt. Lyklaorðini eru "at ein tykkara skal svíkja meg!"


Sama myndaevni er væl umboðað í føroyskari list. Í nýggjum kristnibókum frá Námi eru teir tólv apostlarnir teknaðir og umrøddir í bókini Vinir mínir, sum er til annan flokk. Tað er Lisa Golbe, sum hevur teknað við einfaldari striku til byrjunarundirvísingina. Og í bókini Kristni 5 er altartalvan í Haldórsvíkar kirkju, sum er søguligi málningurin hjá Torbirni Olsen frá 1996 við livandi føroyskum fyrimyndum, endurgivin í sambandi við Skírhósdag og í fullum líki, so sum hann sær út í kirkjuni, á myndini niðanfyri.

Heima í Havnar kirkju sæst sama myndaevni á norðurbróstinum, tað er til vinstru tá tú kemur inn í Dómkirkjuna. Talvan, sum eg avmyndaði mikudagin er Hin Heilaga Kvøldmáltíðin, málað við djúpum, reinum litum á træ, sum er 1 x 1 metur í 1647. Á talvuni stendur: 'Gud Allermechtigste Hans Hellige Ord och Sacramenter till Ære och denne Sted til Zirat haffuer Hans Sevrensen fordum Kiøbmand her paa Færø forærit denne Altertaffle til Torshaffns Kiercke 1647'. Málningurin er helst málaður eftir koparprenti av málningi, ið Peter Candid, sum var hovmálari hjá Wilhelm Fimta í München, málaði til fransiskanarakleystrið har í býnum í 1616. Í 1961 var altartalvan umvæld. Svimaði ápostulin við Jesu lið er enn sum áður ein kvinna. Tí soleiðis sær ein svímaður maður út. Sum ein kvinna. Tað veit Dan Brown ikki.


Og mín sann, um ikki sama myndevni er ein klassikari í countrytónleiki. Tommy Collins, sum var undangongunaður í The Bakersfield Sound, hevur í orð og talu sagt søguna The Two Sides of Life um málaran, ið fyrst leitaði eftir einum, at sita fyri, tá hann skuldi mála Jesus, ið borðreiddi við breyði og víni, og fortaldi fylgisveinunum, at ein teirra fór at svíkja seg, og so seinni, tá hann, málarin, manglaði ein persón, at gera heilagu kvøldmáltíðina lidna, og tað var Judas. Tá málarin hevði funnið henda svíkjara, The Master of Deceit, og er liðugur at mála, sigur ólukkudýrið, ið situr fyri, at teir hava møtst fyrr. Minnist tú ikki meg, spyr hann? "I am the one, who posed for Jesus", sigur hann við Leonardo, sum Tommy Collins syngur um í Rhinestone klæðum í California. Í veruleikanum dystaðist Leonardo við abbatan, Judas, í kleystrinum í Milano.


Jesus í myndlistini er enn ein onnur spennandi bók, sum Nám hevur givið út, har greitt verður frá um søguliga málningin hjá Leonardo da Vinci, sum til denna dag sæst í Santa Maria della Grazie í Milano. Her er uppslagið, sum Oyvør heldur fram fyri mær.


Onkrir av málningunum í somu kirkju, Santa Maria della Grazie í Milano, eru heldur enn ikki patetiskir og uttan at vilja tað, eru teir mest sum til teitis. Hesin er frá 1962 og kallast Sankta Martin í ekstasu.


Framman fyri kirkjufólkinum ber til at fáa fyrigeving fyri syndir, farnar og komandi. Gerist eitt sindur illa við, tí eg fari at ivast, um hetta er í álvara ella undirhald altíð við kirkjubússini í nánd.



Vit ganga víðari og framman fyri mær havi eg allan Leonardo-túrin eina bera øksl við himnastrembandi Lítla Prinsinum á. Berir akslar eru ikki loyvdir í kirkjuni, men hitin setur helst alt í undantaksstøðu henda heita dag í Milano. Avmyndingin tykist mær størri enn nakað hjá Leonardo.


Eftir loknan myndlistatúr fara vit á Magenta Bar, ið er um kirkjuhornið, at svala okkum á. Afturvið einum Negroni fáa vit ein borðisk við altskyns barrmati, tí nú er happy hour, sigur tænarin.


Vit møta Honnu og Jed, sum eru úr Sheffield í Onglandi, og læra okkum alt um pístr móti mýggjabitum.


Framsýningin Expo úr øllum heimsins londum er í býnum og fólk nýta høvið av verða avmyndaði á ymsu Expo-lutunum.


Fiat Cinquecento, tað er fimmhundrað, er eitt tað mest brúkta myndaevnið í Norðuritalia. Við støði í sama skrokki er hesin lyftur upp á Abarth 850 støði.


Náttin fellir á og Duomo kirkjan fyllir sýnið á torginum í miðbýnum. Á niðaru myndini er sølugøtan Galleria Vittorio Emanuele II á sama torgi. Hon er eins glæsilig og kirkjan.



Tom Ford er nýggi myndameistarin í altjóða mótaverðini. Hann hevur gjørt Oscartilnevnda filmin A Single Man og nú verður luktilsi gjørt í hansara navni. Risastóru kynsfikseraðu Tom Ford-avmyndingarnar á Duomo torginum eru nakað heilt fyri seg.


Í øllum myndameldrinum í Milano er okkara elskuligi durðavørur, Naomi, jarðbundin og greiðir øll praktisk viðurskifti frá mýggjabitum til parabol, og so er hon heldur ikki uttan kollveltingarligar tankar heldur.


Um hornið í Via Abramo Lincoln stendur Vespa'in og bíðar eftir einum nýggjum degi.