Skip to main content

Heitur dagur í Milano


Í litríka morgungarðinum í Abraham Lincolns gøtu er eins heitt og dagin fyri. Tað er drigið fyri í øllum húsum og eingin sæst á gøtuni.



Hýruvognsførarin peikar á hitavisaran, sum sigur 32,5 stig og heldur fyri, at hetta er lítið av miklum. Í farnu viku var nógv heitari.


Vit fáa okkum amerikanskt morgunkaffi. Kókaða vatnið sleppa vit sjálvi at stoyta í koppin, so styrkin passar. Afturvið fáa menninir Fernet Branca.


Duomo kirkjan, sum gevur stóra miðbýartorginum navn, er um hornið. Í dagsljósinum stendur hon glitrandi bjørt fyri okkum, ein av heimsins størstu kirkjum við ótalligum spírum og standmyndum.


Tað er heitt fyri bæði fólk og fæ á kirkjutorginum í Milano. Reint og kalt vatn er lukkutíð at fáa nógva staðni í býnum.


Innanfyri kirkjudyrnar standa vígsluvatnsskálir til tey vitjandi.


Og fyri nakrar evrur kann loyvi keypast at fotografera og síðani at tendra ljós undir Madonnumyndini.



Uttalaga høgrumegin í kirkjuskipinum er ein kiosk, ið minnir ikki sørt um skotsikra pávabilin. Kassin klingar uttan íhald, tí her fæst milanesisk memorabilia, frá lyklaringum til býarkort. Í Guds navni kanst tú skjótt og lættliga keypa teg blóðfátækan. Men alt fer til eina góða søk, verða vit sannførd um, tá vit hava hug at lyfta einum spyrjandi eygnabráði.


Elevatorin finna vit uttanfyri, og fyri enn eitt gjald sleppa vit upp á tekjuna at nýta sýnið yvir italska fíggjarhøvuðsstaðin, eins og tey mongu halgimennini.



Nú fara vit í innasta mótaøkið í Milano. Og tað eru ikki mumiur, ið hesir báðir fara avstað við.


Nú skulu vit møta Fridu Poulsen (f.1981) í mótaøkinum sum er umgyrt av gøtunum Via Montenapoleone, har Gucci, Versace, Fratelli Rossetti, Prada og Cartier halda til, Via della Spiga, har handlarnir D&G, Sergio Rossi, Tod's og Bulgari eru, Via Sant'Andrea, har vit síggja nøvn sum Chanel, Armani, Moschino og Kenzo og Via Manzoni við eleganta Spazio Armani í nummar 31. Tað er eisini í hesum øki, at Frida í 2008 varð liðug við fýra ára útbúgving sum sniðgevi, designari, í Instituto Marangoni.


Frida, sum er við barn og er sett til at eiga á jólum, hevur knapt tvey ára gamla sonin Samuele Esbern, ið er kallaður eftir føroyska abbanum, við sær. - Samuele er bíbilskt navn, sum hóskar væl her í Italia, men Esbern hava tey ringt við at úttala, so tað fer vónandi at vera meira brúkt, tá vit koma heima, sigur Frida.


Frida er úr Havn og møtti manninum, Valentino, meðan hon gekk á italska skúlanum. Hann dugir heilt væl føroyskt og heldur skemtandi fyri, at tá hann er í Føroyum tosar hann føroyskt. Men nú vit eru í Italia tosa vit ikki italskt. Frida og Valentino hava júst keypt íbúð í Lissone, dygst við Monza, haðani Valentino er ættaður. Her vil Frida eiga, tí her er besta sjúkrahúsið og eisini gott hjá børnum at vera. Men í mótaverðini hevur Frida sítt egna merki, Frida Poulsen, og hevur møtt og samstarvað við Armani og Robert Wilson frá Guggenheim í New York um framsýningar í stóra húsinum hjá Armani.

Frida hevur eisini teknað fyri stóru fyritøkuna Patrizia Pepe, sum hevur høvussæti í Firenze. Her eru vit í Brera býðarpartinum í Milano.

Frida, sum er kunnug við handilsøkið og klædnaídnaðin, vísir okkum inn í ein handil, Magazine Outlet, sum selur merkivørur fyri ein bíligan penga. Inngongdin er lítið prangandi, men innanfyri er stórur handil við nógvum góðum tilboðum.


Her eru stuttligir skógvar til skrivstovumannin, hálsprýði til katólsku kvinnuna og ein heil italsk stova úr glasi.



Innan vit fara ein túr til Fridu og Valentino í Lissone, fara vit á ísbarrina, Cioccolati Italiani, sum lættliga kann sigast at vera heimsins besta. Kundatænastan er hin besta og stuttligasta eg havi upplivað. Her hava turrisligir skrivstovukrakkar úr Norðurlondum nógv at læra.


Eftir ísmáltíðina í italska hitanum fara vit til Lissone at vitja Fridu, Valentino og tey. Beiggi Fridu, Eyðfinn, er komin higar at leggja á gólvið í nýkeyptu íbúðini.

Vit seta okkum til borðs á torginum í Lissone og eta ein góða italska máltíð við øllum tí, sum hoyrir til eitt heitt summarkvøld.

Býurin er lítil og hugnaligur. Hóast 50.000 fólk búgva er, kennast tey flestu so mikið væl, at ein talva við andlátum er millum mest lisnu uppsløg á torginum. Tað kenst heimligt, sum at hoyra andlát í Útvarpinum. 

Í garðinum hjá Fridu og Valentino er ein lýsandi Madonnamynd fyri endanum á parkeringsplássinum millum íbúðarhúsini.

So eru stundir at fara úr hesum hugnaliga litla býi og inn aftur til Milano. 

Á vegnum heim steðga vit við sjáldsaman arkitektur, ið tó gevur afturljóð av onkrum heimligum, har rundir bygningar eru savnaðir og lesandi ungdómurin heldur sær at gamni við teknotónleiki í heitu náttini.

Kvøldmyndirnar av obligatoriska Vespa skutaranum og inngongdunum við teim vøkru navnaskeltunum, eru hesar:


Og góða nátt siga vit úr blaðkioskini. Buona notte!