Skip to main content

Kring Vágar við Jósupi


Mikukvøldið 7. august varð boðað frá túri runt Vágoynna. Siglt varð av Sørvági klokkan seks, og eftir fýra tímar í dýrdarveðri runt Vágar varð í skýmingini um tíggjutíðina lagt inn í Mykinesi, har vit øll 70 fingu súpan og breyð við turrum og røstum kjøti og rullupylsu í hjallinum hjá Eddie og Helgu niðri við ánna mitt í bygdini. Á midnátt varð lagt frá landi aftur og siglt inn á Sørvág, har vit vóru frammi trý korter seinni.


Gutti Petersen, lærari úr Bø, var vitandi og undirhaldandi frásøgumaður á allari ferðini. Kostnaðurin fyri sjey góðskutímar kring Vágar var 500,00 krónur fyri hvønn. Tað vil eg fegin gjalda. Og ráða øðrum til at gera tað sama, er veðrið til vildar.



Tað er smápartafelagið Mykines hjá Tummasi Hendriksen í Sørvági, sum hevur sett nýggjan bát, Jósup VA 450, í Strandferðslurutuna til Mykinesar. Jósup, sum tekur 70 ferðafólk, er skjóttgangandi glastrevjabátur, ið eftir góðum hálvum tíma kann vera í Mykines. Gamla Súlan brúkti fimm korter. Tað eru mykinesfólk, sum Búi Brattaberg, ið kom inn til Sørvágs henda dýrdardag, fegin um.


Nýggja Mykinesferjan er bygd hjá Seigla á Akureyri í Íslandi. Sama fyritøka hevur eisini bygt útróðrarbátar til Noregs.



Smápartafelagið hevur fingið Mykinesrutuna at røkja í fimm ár við møguleikum fyri at leingja sáttmálan til sjey ár, sigur Norðlýsið. Sumrarnar siglir Jósup tvær ferðir um dagin, einaferð um morgunin úr Sørvági um tíggjutíðina og einaferð seinnapartin um fýra tíðina.



Jósup er 15 metrar langur, 5,2 metrar breiður og stingur 1 metur. Hægst loyvda vinnuferð er 22 míl, hóast teir báðir 700 hesta 13L Volvo Penta motorarnir kunnu geva bátinum 32 míla ferð, tá hann ikki er í vinnu, sigur heimasíðan hjá Seigla, sum sigur at siglingartøknin er Simrad. Vágaportalurin veit at siga, at hetta er fyrsta glastrevjaferðamannaskip í danska kongaríkinum, ið er bygt eftir fráboðan D frá Skipaeftirlitinum.


Og so byrjaði ferðin við Jósupi í fagrasta veðri út eftir Sørvágsfjørði. Fram við Selvík, har Michelsen úr Noregi rak hvalastøðina Norddeple 1902-1912 og Jens Pauli Heinesen, sum var úr Sandavági, fann heitið til skaldsøguna Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara (1958), fram við Múlanum, Drangunum, Stórasundi og Tindhólmi, har Norðlýsið liggur fyri teym.



Vit sigla fram við Tindhólmi og gjøgnum Gáshólmssund, so sum nýggja Føroyakortið hjá Føroya Dátusavni, ið Rói Højgaard teknaði fyri Nám, sigur. Ferðafólkini, teirra millum Rodmundur Nielsen, eru í góðveðrinum samd um, at sjónarvinklarnir eru fantastiskir, tá siglt verður suður um oynna, hóast tey siga eystur undur Sørvágsbjørgini, har høg, steyrrøtt og berlig forberg longu daga undan.



Tindarnir á 262 metrar høga hólmanum, sum nú síggjast aftanífrá, eru Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygnitindur. Ein skúlaramsa sigur Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Boygni, sum Jørgen Niclasen plagar at syngja á country- og bluesfestivalinum hvørt summar í Sørvági.


Fremst fyri í Stórasundi eru Drangarnir og aftanfyri sæst Bøur, aliringar á Sørvágsfirði og vitin á Múlanum.


Av bátadekkinum eru Sørvágsbjørgini stórbær á at líta. Oftast berlig, men summstaðni vallaði, og onkrastaðni hava margháttligir kollar mest sum rivið seg leysar av svarta meginlandinum, hugtakandi grønir og ikki sørt fremmandir á at líta í hesum ljósi.




Smidligi báturin Jósup siglir inn um drangar og inn í myrkar gjáir í berginum og so út aftur í ljósið. Her er so nógv at síggja, at fólk eru málleys. Lukkutíð hevur Gutti Petersen nógv at siga um hvørt stað á ferðini.


So dagar 313 metur høgi Trøllkonufingur fram fyri okkum.


Ljósið skiftir alla tíðina. Meðan gráligt tám hómast yvir Streymoyarlandinum, rakar gylta, men lága sólin, Flesina, beint uttan fyri Trøllkonufingur, har ein likka tekur søkkandi mikudagssólina til sín.


Aftur her fer báturin inn millum bergini og flestu fólk hava myndatól, fartelefon og iPad á lofti.


Her verður Fróði Heri Poulsen heilt villur við Sony myndatolinum. Aftanfyri sæst Trøllkonufingur.


So sigla vit inn í Vestmannasund og lága sólin sæst aftur. Her er tað fyrst eitt seyðahús á sýnini og so ein gomul grótlaging undir gamla og smala vegnum oman á Fútaklett, ið varð brúkt sum lending innan Oyrargjógv. Nú er alt bara minnir.



Eftir Slættanes og vitan á Slættanestanga, omanfyri, fara vit undir mest sjáldsamu bjørg, eg havi sæð i landinum. Tað sjáldsama er, hvussu grøn tey eru, heilt av Slættanesi, um Ritunøv, inn í Víkar og runt um Barðið, har opið er út í hav.

Her sæst inn á Víkar, húsini og sjáldsama vakra bøin, har teigarnir eru í løgum, ella bríkum, norðanfyri Gásadal. Bygdin er grundað í 1833, men um 1910 fluttu tey seinastu. Marna og Herálvur, sum vóru við á ferðini, hava ommu hiðani.

Mest spennandi á allari ferðini tyktist mær hesi húsini at vera. Mitt í oyðuni, undir høgum bjørgum og við opið hav. Men her er lagaligt at koma til við báti og ein gásadalsmaður eigur húsini, varð mær sagt. Kanska einaferð.

Tá vit runda Barðið stendur gylta sólin í nýggjari støðu, lág og fyltari enn nakrantíð. Tað tykist, sum er eingin endi á litspælinum á eini rundferð í Vágum á sumri. Í øllum ljómandi hugnanum minnir reyði jakkin meg á Veneziafilmin hjá Nicolas Roeg Don't Look Now (1973) og eg verði trøllabundin undir bjørgunum.

Barðflesjar bróta og sólin søkkur, nú skiparin boðar frá, at vit leggja út frá landi móti Mykinesi.

Undir Mykinesi krossar Vesturleiki okkara leið. Hann skal trola saman við Sjagakletti, nú Gullberg sakk. 

Úr stýrhúsinum sæst Mykineskortið, so nú eru vit nær lendingini og einum góðum bita í oynni, har eg aldri havi verið áður.

Trongt er at sleppa inn at lendingini og ritan eigur heilt niður til fortovskantin, sum Havnarmaðurin hevði sagt.

Niðan frá lendingini ganga vit í skýmingini fram við lundalandi. Klokkan er farin av tíggju og enn er hampuliga ljóst.

Eg meti meg eftir kirkjuni, sum eg bara kenni frá Mikinesmálningunum. Hvíta torninum, ið er tað einasta í bygdini, sum megnar at fara um tað blýtunga havið, stíga upp og binda jørð og himmal saman. Úr dýpinum í hæddirnar.



Skotini eru spennandi í midnáttarmyrkrinum, har tað aldri blívur svart. Ljós er í summum stovum og gluggarnir standa opnir í lýkkuni.


Í sunnaru húsunum í ovaru síðu búði Sámal Joensen-Mikines (1906-1979). Í niðaru grannahúsunum kókaðu tey mikukvøldið feska súpan, sum vit fingu í hjallinum hjá Eddie og Helgu, har vælnøgd ferðafólk standa og bíða. 


Her er nýteknaða Mykineskortið hjá Føroya Dátusavni. Farið er um midnátt úti í Mykinesi og ein frálíkur túrur við Jósupi úr Sørvági er komin at enda.