Skip to main content

Milano til gerandis og heilagt


Kring kanalirnar í milanska býarpartinum Naviglio er nógvur aktivitetur um kvøldarnar. Dagsins tilboð verða tillagað og kunngjørd, so hvørt klokkan líður. Frá at verða ein mildur og friðarligur býarpartur um dagin, verður Naviglio eitt ágangandi sølutorg av øllum hugsandi, fyrst og fremst mati og drekka á sonevndum aperitivos.

Her koma mest ung lesandi at njóta ein eksotiskan bita, søtan ella beiskan.


Um nátturðatíð gera tey klárt til happy hour, sum í Milano ikki merkir at drykkivørur verða bíligari, enn aðrar tíðir á degnum. Nei, frá klokkan seks til tíggju á kvøldi kanst tú aftur við eini dýrari øl eta so nógvar smárættir, tær lystir. Kappingin er ógvuliga hørð og byrjar við 7 evrum við niðasta reyða diskin.


Happy hour á aperitivo er helst bílagsta loysnin at fáa mettuna i Milano, sum í aðrar mátar er ein dýrur býur við nógvum merkivørum og sjónliga ríkum kvinnuligum kundum úr Miðeysturi. Tær, og søkklædnar berarar við merkivørum, síggja vit í stóru og dýru mótahúsunum í miðbýnum. 

Í handilsgongdini á dómkirkjutorginum er Galleria Vittorio Emanuele II við altskyns handlum, ið ikki eru av tí bíliga slagnum.


Hjá teim, ið ikki hava ráðini at senda tænastufólk at keypa marglætisvørur í teim enn dýraru handilshúsunum i miðbýnum í Milano, ber til at droyma um eina komandi lukku og eydnu. Tað ger milanska fólki við at seta halin á manndómspraktina hjá tarvinum, ið er býarmerkið, og snara tríggjar ferðir runt á marmorgólvinum. So gongur ynskið út. Um ikki beint nú, so seinni og tá kanska á ein annan hátt, enn tú hevði væntað. Lukkan kemur í so ymsum skapi og kanska tá tú minst væntar hana.


Til dømis við at siggja himnastrembandi Madonnur, ið hóast vælskaptar, hava fingið ein kross at bera. Høgt á eini súlu síggjast tær á mongum býartorgum at lýsa frið yvir kristið og heiðið.

Men í hesum býi, har merkivørur og la Bella Figura verða tilbiðin meir enn nakað, eru eisini aðrar loysnir. Til dømis medisinskar í hondkeypi. So ber til við egnari hond at sproyta, har tørvur er. Men alt er í feriu um miðan august, so mær eydnaðist bara at fáa hesa sníkimynd úr glugganum. Kanska gott tað sama.


Burturi í øðrum heimi, er lukkan ofta at finna nakað púra heimligt. So sum saltfisk, baccalà. Í Pane & Vino funnu vit saltfisk sum forrætt, tilgjørdur í kaneli, sum var tað ein serstakliga vælsmakkandi amerikansk apple pie, og í Da Giacomo, í grannalagnum, har vit búðu í Milano, funnu vit black cod úr Suðurhøvum, tilgjørdan sum baccalà. Einfalt, lætt og leskiligt. Men ikki ódýrt.



Eftir eina góða máltíð er at seta hattin, so sum ein sjálvur vil, til dømis undir einum klassiskum Borsalino, eitt italskt merki í meiri enn hálva aðru øld, sum Terje roynir.


Men tað eru ikki bara prangandi merkivørur í Milano. Í næstu gøtu, har vit búgva, er økisskrivstovan hjá sosialdemokratunum, og vinstraavísin, l'Unità, verður kunngjørd á vegginum. 


Vit fara at eygleiða veggjamálningar, grafitti, sum eru at síggja í øllum býnum. Oftast uttan sjónligt úttrykk og ti bara ljótt og oyðileggjandi, men sumstaðni snøgt og greitt í boðskapinum, akkurát sum grafitti er ætlað at vera. Í so máta eru italsku antifasistarnir teir ídnastu og sjónligastu. Men teir hava eisini mótstøðufólk.

Veggjamálningar eru onkra staðni so nógvir og intensir, at teir verða ein heilur listaveggur. Sum til dømis hetta veggjakrutl tætt við Naviglio.


Í hesum øki møta vit tveimum ungum gentum, sum bjóða okkum inn í ein 70 ára gamlan skúla, sum er latin aftur. Tær og onnur javnaldrandi hava gjørt gamla skúlan til eitt sosialsentur, eina miðstøð fyri ung við serligum tørvi, sum í skjóta gerandisdegnum ikki hava áhuga í at leggja seg skerfløt fyri materialismu.


Ung lesandi trívast væl í hesum øki. Men trupult er at finna arbeiði eftir lokna útbúgving, sigur meksikanski Luis Gomez, sum vit møta á einum trattoria. Hann er føddur í Kili og uppvaksin í Meksiko og er útbúgvin sniðgevi í Milano við møblum sum sergrein. Hann fer við spenningi at fylgja við atlasmálinum og fer heilt vist at vitja Føroyar næsta ár. Hinvegin bjóðar hann okkum eisini at vitjan hinumegin hav. Soleiðis er at ferðast. Møta fólki og finna fram til, at í roynd og veru eru vit ikki so ymisk, hvørki í gerandisdegi ella áhugamálum.

Í gamla býarpartinum Brera eru nógv listafólk, sum í størsta fátækradømi royna at fáa til dagin og vegin. Her er ein, ið er uttan navn, Mister X, kallar hann seg, ella í besta føri Mister Smith, sigur hann, og vil við einum tómum eygnabrá selja okkum tað, sum fyri hondini er.


At sodna allar upplivingarnar í Milano hesa vikuna, fara vit upp í høga tornið í Duomo, dómkirkjuni, sum varð bygd í nærum seks øldir. Í lyftuni er Unn spent at vita, um atgongumerkið er prisin vert.


Jú, sýnið yvir marglætisbýin Milano er allar pengarnar vert. Hvørt oyra. Hægsta av teim ikki færri enn 3400 standmyndunum og 135 spírunum er hin heilaga Madonna, sum í bronsu tryggjar katólska býnum vælferð og eydnu. 


Her uppi møtast fólk at skoða veldið, ikki hjá parlamentarisku skipanini, men veldið hjá katólsku kirkjuni. Eina løtu grundi eg yvir, hvør maktin er sterkari í fólkinum, parlamentið, sum vit ongastaðni og aldrin vitja ella avmynda, hóast tað helst er ókeypis, ella kirkjan, sum vit altíð vitja og avmynda, hóast hvørt nikk og prikk kostar.


Ein av standmyndunum á Dómkirkjuni, heimsins fimtstørstu, skilir vegin undir okkum, sum var tað ein áminnandi dómari, ið ger bart millum verðsligt og heilagt. Ein bilur er steðgaður, helst eru tey í holtur við at fylla viðførisrúmi við merkivørum úr handilsskálanum La Rinascente.


Og hagar fara vit at njóta mótsætta sýnið. Dómkirkjutakið av kaffitekjuni i handilsskálanum La Rinascente.



Tilboðini til kræsna góman eru uttan íhald. Omanfyri fær Sólrun sær ein cappucino. Niðanfyri sæst ikki ein skógvahandil, men tilboðsdiskurin í kaffistovuni á tekjuni í La Rinascente, sum bjóðar sjokulátu í øllum skapi, eisini sum taskur og skógvar við stiletthali. Væl gagnist!


So eru stundir hjá okkum at fara úr Milano og móti Firenze. Fyrst siga vit farvæl við okkara fittu Naomi, sum er duravørur og tekur sær av øllum tí praktiska í sambandi við húsini, vit hava leigað hesa vikuna mitt í Milano. Naomi, sum er úr Varese við Malpensaflogvøllin, arbeiður við grafiskari animasjón á eini lokalari sjónvarpsstøð. Í hitanum í garðinum vil hon ikki sørt errin vísa okkum ein treylara, brellbita, fyri eina krimirøð, Danger Zone, sum hon hevur gjørt til dagsins sjónvarpsskrá. 

Vit takka fyri gestablídni í Milano og fara umborð á snartokið móti Napoli. Ein tíma og fjøruti minuttir seinni eru vit í Firenze, sum er nógv heitari enn Milano.