Skip to main content

Muhammedsteknari teknar Føroyar


Í stóru donsku avísini, Jyllands Posten, teknar Rasmus Sand Høyer í dag Føroyar, sum bíta seg fastar í stertin á Evropeiska Samveldinum, sum tykist ørkymlað yvir ágangandi bitið. Ilt er at siga, um danski teknarin er á rættari leið. Við til søguna hoyrir, at Høyer í 27 ár hevur teknað fyri Jyllands Posten og átti eina av teim tólv Muhammedstekningunum, sum vórðu settar á prent í donsku avísini tann 30. september 2005. Hansara tekning sýndi profetin við einum bjálka fyri eyguni og knívi í hond millum tvær kvinnur í burka, so bara eyguni síggjast.


Høyer teknar og málar eisini til barnabøkur, hevur sýnt fram á sensureraðum framsýningum í Danmark og er limur í listabólkinum Midtjylland, haðani hesin málningur er.