Skip to main content

Dagur við Løkin


Fríggjadagin var eg við Løkin í Runavík. Í skúlanum, bókasavninum og høllini, Løkshøll. Svend Højgaard, bókavørður, hevði lýst við tiltakinum ORÐloysing, sum er føroyskt nýyrði og tillaging av danska ORDskælv, sum er fýra fólk, ið vitja bókasøvn at lesa úr bókini Det ser sort ud. Bókasavnið við Løkin er tiggjunda savnið, tey vitja.


Við memorabila frá lokala málmanninum, Jens Martin Knudsen, og bókini um Mannin í topphúgvuni (Sprotin 2012) í baksýni, tekur Svend ímóti í opna og ljósa bókasavninum. Møttir eru 28 næmingar úr tíggjunda flokki, sum ganga á listabreyt hjá læraranum Noomi Reinert, til høgru niðanfyri.


Serliga innboðin er danski Søren Lagoni, sum leggur teim 28 næmingunum á Listabreytini lag á, tá tey skulu gera heimligan stuttfilm, ikki longri enn tveir minuttir, um evnið at missa foreldur. Umboð fyri Beran og hjálparfólk, sum hava verið á skeiði hjá Klippfisk og annars fingist við film, eru eisini við í tiltakinum, sum byggir á einfalda tøkni við iPad.


Teksturin, sum næmingarnir fáa at arbeiða við, eru ljóðfílar úr bókini Det ser sort ud við undirheitinum Men det er det ikke! So er uppgávan at seta føroyskar myndir, tað vil siga livandi film, til upplesturin. Her er alt lagt so væl til rættis, at sjálvt støddin á bókini, 21 x 16 cm, sipar til aldurin á Karen Siercke og yngru systrini, tá mamman doyði.


Karen, sitandi longst til høgru niðanfyri, stovnaði Hygge Factory, sum arbeiðir við at formidla mentanarlig tiltøk á bókasøvnum. Nýggjasta er Vinyl, sum er ein plata við nýggjum teksti og tónleiki hjá danskarum og flóttafólkum. Men í hesum føri er evnið deyði og sorg, sum Karen hevur sett sær fyri at fáa næmingar at lesa um og seta seg inn í. Tvey av teimum, Jens Haugaard Rasmussen og Ida Marie Christensen, sum bæði eru 21 ára gomul og úr Odense, lesa egnar nemandi tekstir úr bókini, sum kend listafólk hava myndprýtt.



Miðvíðst lærir Søren Lagoni allar føroysku næmingarnar effektiv grundsjónarmið, tá umræður at siga søgur í myndum við so einfaldari útgerð, sum iPad, ið tey allar flestu kenna. Næmingarnir fylgja væl og við og frá dagligu undirvísingini hjá Noomi Reinert hava tey gott innlit í drama, sum er ein fortreyt, tá filmast skal.




Tá teir 28 næmingarnir á Listabreytini hava lært seg at brúka einføldu tøknina, verða tey skift í seks bólkar, sum fáa ein ljósabláan iPad í part. So er at fara út. Onkur brúkar Danstein, sum er beint hinumegin skúlavegin, sum motiv. Trý fólk standa á gongubreytini, ein bilur steðgar og tekur eina personin við. Tá bilurin er farin, standa tvey eftir. So effektivt filmsmál um ferðsludeyða havi eg ikki sæð áður.



Meðan næmingarnir eru úti og filma, er høvið at síggja opna og ljósa bókasavnið í skúlanum við Løkin.


Har hin modernaði arkitekturin riggar best, er tá hann møtir gomlum stovumøblum, ið gera innbjóðandi lesikrókar.



Niðanfyri situr Svend við avreiðsludiskin. Skrivstova er aftanfyri og framvið borðinum eru trappur uppá. Til vinstru er eina bókahillin rulla frá vegginum, so tað sæst út á gongina. Her var upprunaliga heilt opið, nú er ein lutvíst afturlatin ramma sett í opið. Tað er ein serliga avjóðing, tá yngru flokkarnir hava fríkorter og arbeitt verður intensivt innanfyri. Tá er trupult at hugsavna seg og hoyra, hvat lærarin sigur. Ikki er tað altíð at arkitekurur og funktionalitetur gonga hond í hond.


Um kvøldið er framløga í Løkshøll, sum byrjar við at Døgg Nónsgjógv syngur um at missa pápan. Hans Jacob Kollslíð spælir gittar afturvið. Síðani greiðir Søren Lagoni frá um verkætlanina og vísir teir seks stuttfilmarnar, sum næmingarnir á Listabreytini í skúlanum við Løkin hava gørt til danska søgusavnið Det ser sort ud. Umframt Noomi Reinert, situr eisini eitt umboð fyri Beran, Alisa, í sofuni til vinstru.



Tá liðugt er við Løkin fari eg út í Rók á Saltnesi at vitja systkinabarnið Bodil og tey. Í garasjuni vísir sonurin, Elibert, mær nýggju motorsúkkluna, hann nýliga hevur keypt, eina Harley Davidson Softail Deluxe. Og tað eri kki hissini ljóð í garasjuni, tá hon startar.



Eftir ein góðan kaffimunn úti í Rók, visir Bodil mær eitt gamalt broderí, sum kom undan kavi, tá gamla missiónshúsið í Gøtu varð rivið niður í apríl í ár. - Tá kom Sæmund Dalheim her við ein innballaðum klæði, sum hevði ligið á loftinum í Bethania, sum upprunaliga varð bygt í 1924. Omma og abbi, sum bæði vóru fødd í 1894, gingu í missiónshúsið tá tað bleiv bygt. Sæmund segði, at hann mintist, hvussu væl omma dugdi at brodera, hon hevur so latið hetta skriftstaðið til missiónshúsið. Tá Bethania bleiv tikið niður 6. apríl í ár, komu ymisk ting undan kavi, har ímillum "Alt af naade", sum omma okkara, Benadicta Berg, hevði givið til nýggja missiónshúsið, sigur Bodil. Í 1934 hendir ein broyting í Gøtu. Benadicta og maðurin, Marius, eru millum tey, sum tá stovna eina nýggja samkomu í Gøtu, sum fær navnið Filadelfia. Av fyrstan tíð hevði henda samkoma til húsa í Syðrugøtu. Helst hevur skriftorðið á vegginum í Bethania verið tikið niður av vegginum tá. Í nýggjari tíð verða Bethania og Filadelfia grannahús. Niðanfyri haldi eg ommusa afturfunnu náði í hondini á køksborðinum hjá Bodil.


Men enn er náðitíðin ikki heilt runnin út. Eg skal í Løkshøll at røða um mentan, list, miðlar og politikk. Undir yvirskriftini Mentan, list, pressa og politikkur – who cares? bjóðar Svend Højgaard almenninginum til kjak við hesum prikandi uppleggi: Í sambandi við dagin hevur Bókasavnið við Løkin biðið Birgir Kruse, ritstjóri í Námi, bloggari og mentanararbeiðari í mong ár, at siga sína hugsan um, hvussu vit brúka hugtøkini mentan og list hvørt um annað, og hvussu hesi evni, við dømum, verða handfarin í heimligu pressuni og politikki beint nú. Birgir fer eisini at geva eitt boð uppá, hvussu vit á besta hátt greiða almenninginum frá um eitt mentanarligt ella listalig átak, og hvørja raðfesting serliga miðlarnir geva hesum fakøkjum. Eftir uppleggið verður kjak, har Sølvi Reinert Hansen, mentanarleiðari í Runavíkar kommunu, er orðstýrari. Alt tiltakið verður í Løkshøll. Og við støði hesum orðum slappi eg at hava mentafingurin á lofti eina góða løtu, meðan Sølvi stýrdi kjakinum. Á, denn náði við Løkin!