Skip to main content

Fokus á Norðurlandahúsið


Smílandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, setur fokus á Norðurlandahúsið í hesum døgum. Tað ger hon við at senda eina snøgga og upplýsandi skrá í hvørt hús, har upplýst verður um virksemi og tiltøk í Norðurlandahúsinum restina av árinum.


Men tað er ikki uttan spurningar. - Hava vit ein felags norðurlendskan samleika, spyr Norðurlandahúsið, sum í morgin, fríggjadagin klokkan fimm, letur upp eina nýggja framsýning við heitinum New Nordic.


Framsýningin er partur av samnevndu arkitektaframsýningini, sum var á stóra danska savninum Louisiana í fjør. Í so máta eitt nýtt samstarv millum tveir spennandi stovnar, Norðurlandahúsið og Louisiana.




Tá ummælti eg framsýningina New Nordic og sóknaðist eftir føroyskum arkitektum, at siga frá um búseting og bygging her í landinum eins og hinar grannalandatjóðirnar. Í samstarvi við Louisiana hevur Norðurlandahúsið nú eydnast at fáa ein part av framsýningin at sýna fram her, og tað riggar bara heilt væl. Úrvaldu kassarnir og installasjónirnar møta Norðurlandahúsinum og heimliga ljósinum á ein spælandi hátt og tosa væl saman, frá grønlendskum kaffimikk, bleytari íslendskari skipskeks, til snúsdósina hjá norske Erlend Loe á aftast beinki í skúlastovuni.






Í framsýningarskránni í Norðurlandahúsinum verður í sambandi við framsýningina New Nordic spurt: Hóast altjóðagerðin á mangan hátt fær mentanarligar og tjóðskaparligar munir at hvørva úr sjóneykuni, kann samleikin tó framvegis tengjast at einum ávísum staði? Um so er, hvussu fer norðurlendski samleikin at mennast í mun til menningina í restina av heiminum? Hesir nærgangandi spurningar eru lunnar undir framsýningini New Nordic sum Lousiana, listaskálin í Helsingør, fekk so góð ummæli fyri á heysti 2012. Partar av framsýningini vóru eisini við í Nordic Cool festivalinum í The Kennedy Center í Washington fyrr í ár. Nú koma so partar av framsýningini til Norðurlandahúsið í Føroyum. Tann parturin, ið verður framsýndur í Føroyum ber heitið Norðurlendsk Leikhús og tekur støði í spurninginum “hvat er norðurlendskt fyri teg”? Ein breiður skari av norðurlendskum listafólkum hava fingið til uppgávu at svara hesum spurningi við at fylla ein lítlan kassa við tí, tey hvør í sínum lagi, best halda svarar spurninginum. Eitt av listafólkunum, ið fekk hesa uppgávu er føroyski sniðgevin Guðrun Ludvíg, og verður hennara kassi eisini at síggja í Norðurlandahúsinum, sigur Norðurlandahúsið í innbjóðandi skránni.


Framsýningin opnar fríggjadagin 6. september kl. 17.00 og er opin til og við sunnudagin 3. november.