Skip to main content

Grót í skúlan


Uni Árting, jarðfrøðingur í Jarðfeingi og trummusláari í 200, sýnir fram eina hill úr einum heilum skápi við føroyskum gróti og steinum til undirvísing fyri stór og smá.

Í lærugreinini náttúru og tøkni hevur Nám skipað fyri tveimum fultteknaðum og væleydnaðum undirvísingarskeiðum, har Uni og starvsfelagin Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, hava sagt frá um grót og steinar í Føroyum.

Við nýggja føroyska skúlasavninum, sum Uni sýnir fram á myndini, lærdu skeiðsluttakararnir at eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg. Seinna dagin varð farið út at royna tað sama í føroysku náttúruni. Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru føroyska fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg, og støð, sum eru verd at vitja.

Í tíðindaskrivi sigur Nám, at við hepni hava Lis og Uni givið lærarum vitan og amboð at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. Skeiðsluttakarar eru samdir um, at hetta hevur verið gjørt á ein spennandi og øðrvísi hátt, júst við lutum, amboðum, skrivligum tilfari, myndum og ikki minst upplivingum úti í náttúruni.

Skúlasavnið, sum skúlar kunnu keypa frá Jarðfeingi, verður sýnt fram í Námi.