Skip to main content

Hallur í bretskum fakblaði


Í nýggjastu útgávuni av Country Music People verða Føroyar og føroyskur countrytónleikur umrødd. Tað er David Allan, ið skrivar um tilfar, hann hevur fingið sendandi frá Oddbirni Vágslíð í Klaksvík. - I'm delighted with the contents and will be mentioning you and the country scene in the Faroe Islands in the September edition of Country Muisic People, and by the way, Charley Pride told me how wonderful your hospitality was, sigur David Allan í heilsan til BirkBlogg. David Allan, sum hevur fasta síðu í størsta evropiska country-tíðarritinum, Country Music People, er alment kosin heiðursborgari í Nashville, Tennessee og hevur fingið heiðirslønir fyri at duga serliga væl at lýsa tónleik í útvarpi, sjónvarpi og á palli.


Í hálva øld hevur David Allan verið millum kendastu røddir í bretskum sjónvarpi og útvarpi, frá piratútvarpi til BBC, Radio 2. ITV og Sky. Eyðkenda røddin er at hoyra í nýggju retro lýsingunum hjá BBC 2, tá tey lýsa fyri Seventies Season, sum fyrr vóru á BBC 1, BBC2, Radio 2, Radio 4, og Radio 5. Røddin á David Allan er eisini at hoyra í flogførum hjá British Airways og Singapore Airlines. Í dag starvast hann fyri SkyTV, har hann er handritahøvundur í sambandi við Military History channel. Vónandi fer umrøðan av Halli Joensen at rudda slóð fyri ummælum og nýggjum spennandi møguleikum í Bretlandi og har um leiðir.