Skip to main content

Janus Kamban 100


Janus Kamban er føddur henda dag í Havn fyri hundrað árum síðani, 10. september í 1913. Hann andaðist í Havn 2. mai í 2009. Hann var myndahøggari og kendasta standmyndin, sum er úr bronsu, man vera Maður og kona, hon í Sparikassagarðinum við gongugøtuna í miðbýnum í Havn, millum gomlu Telefonstøðina, sum nú er Løgtingshús, og núverandi Eik. Gamli friðarligi garðurin er í dag ein sjáldsom visuell uppliving, við tekniskum installasjónum og eysturlendskum spæliøki og garðyrki við bambuslíknandi kantsteinum, so heildin er sum ólavsøka í fjareysturi. Men hóast henda visuella býarlarm í høvuðsstaðnum, stendur standmyndin enn og kann støðugt tulkast og siga áskoðaranum nakað nýtt, ikki bara um kynsleiklutir, men eisini um útsýni og nærsýni og um eina roynd í javnvág, balansu. Hvat hendir, um konan flytir seg? Hvør er til avlops í samfelagsmyndini? Hvør kann traðka eitt fet burturfrá, uttan at skalast, men hvat hendir tá við hinum partinum í parlagnum og listarligu javnvágsmyndini? Tað munnu verða fáar standmyndir, um nøkur, sum á 100 ára degnum eru so lívseigar, at tær enn megna at møta nýggjum tulkingum og avbjóðingum. Ja, eg gerist sannførdur um, at tann listin, sum bara kann tulkast í samtíðini, doyr skjótt. Tað er ikki galdandi fyri monumentalu og tó minimalistisku verkini hjá Janusi Kamban.


Janus Kamban minnist eg sum ein virkan og serstakliga vitugan lim í Filmsfelagnum. Myndirnar tók eg í morgun ávegis til arbeiðis. Føroyska alfrøðin á netinum, Wikipedia, skrivar soleiðis um listamannin: Janus Kamban stóð fyri nýbrotinum í føroyskari myndlist í 1930árunum. Eins og tey flestu føroysku myndlistafólkini av hesum ættarliði fór Janus til Keypmannahavnar, har hann árini 1932-35 og 1938-40 var næmingur á Kunstakademiets Billedhuggerskole hjá Ejnar Utzon-Frank professara. Eftir kríggið kom Janus aftur til Havnar, og har hann búði og virkaði. Hann tók av fullum huga lut í menningini av myndlistini her á landi, og legði rygg til mong tiltøk á hesum øki, millum annað sum nevndarlimur og formaður fyri Listafelag Føroya og leiðari fyri Listaskálan 1969-78. Yviri við Strond hevði hann sína rúmligu listaskemmu, haðani útsýnið er frítt yvir Nólsoyarfjørðin.




Janus Kamban telist ímillum Føroya fremstu listafólk. Í list hansara ræður tann einfaldi greiði formurin og monumental virðilig spekt. Í fleiri standmyndum er seyðurin myndevni - nevnast kann millum annað Tvílemba 1955 í Listasavni Føroya. Grindahvalurin verður eisini viðgjørdur - í figurbólkinum m.a. Bólkur 1986. Standmyndir Janusar prýða almenn tún og bygningar víða um í Føroyum. Á listasavninum eru m.a. bringumyndir av Hans A. Djurhuus skaldi 1936 og Vensili 1951. Onnur høvuðsverk eru modell til Móðurmálið 1948, sum síðani varð gjørt av øðrum úr føroyskum gróti, uttan fyri gamla Landsbókasavnið í Havn, og Dansiringurin 1956, úr bronsu, í Bank Nordik. Í prentlist síni, serliga linoskurði, mangan í fleiri litum, er havið, sjófuglurin og lívið við strondina eitt høvuðs myndevni. Eingin hevur sum Janus megnað at lýsa tær fullfíggjaðu linjurnar í tí lætta og tó sterka og smidliga føroyska bátinum. Janus Kamban hevur fingið fleiri heiðursmerki fyri list sína, og tikið lut í óteljandi framsýningum av føroyskari list uttanlands. Í 1993 skipaði Listasavn Føroya fyri stórari afturlítandi framsýning av myndhøggaralist og prentlist hansara, tá hann fylti 80 ár. Í 1995 gav Listasavni út bók eftir Gunnari Hoydal, rithøvunda og ummælara, við fotomyndum eftir Ole Wich og Ole Jensen, um lív og verk Janusar. (Úr: Wikipedia)